Politikkur

Føroyar næstflest heilsustarvsfólk á sjúkrahúsum í Evropa fyri hvønn íbúgva

Danmark, Føroyar og Noreg hava flest heilsustarvsfólk tald í ársverkum borið saman við tey 20 londini í Evropa, sum hava upplýsingar tøkar um starvsfólk á sjúkrahúsum.

2023-07-21 10:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nýggja uppgerðin fyri starvsfólki og ársverk á sjúkrahúsunum er gjørd eftir altjóða leisti og tí ber til at samanbera starvsfókatøl á okkara sjúkrahúsum við onnur lond. 

Tey føroysku tølini kunnu samanberast við 20 lond í Evropa, sum eru at finna í hagtalsgrunninum hjá hagtalsstovninum í ES, Eurostat, sum hava upplýsingar tøkar um starvsfólk og ársverk á sjúkarhúsum. Nýggjastu sambærligu tølini eru fyri 2021. Fyri Ísland eru nýggjastu tøl frá 2020. Talvan hjá Eurostat er tøk her

Uppgerðin er gjørd fyri Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Av tí at munandi partur av føroyskum sjúklingum verða viðgjørdir uttanlands eru hesi starvsfólk eisini tald við í uppgerðina. Í grafunum niðanfyri eru Føroyar ávíkavist vístar við og ikki við ársverkum fyri viðgerð uttanlands. Sí meira í viðmerkingunum niðast í greinini.

Norðurlond flest heilsustarvsfólk fyri hvørjar túsund íbúgvar

Teir fýra høvuðstarvsbólkarnir innan heilsustarvsfólk eru læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, atstøðingar í heilsurøkt og onnur heilsustarvsfólk.

Danmark, Føroyar og Noreg eru millum londini, sum hava flest heilsustarvsfólk á sjúkrahúsum fyri hvønn íbúgva, tald í ársverkum. Í Danmark eru 16,0 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Føroyum eru tey 15,9 ársverk og Noregi 15,6 ársverk. Í Íslandi eru tey til samanberingar 10,2 ársverk og eru á einum tólvta plássi yvir heilsustarvsfólk fyri hvønn íbúgva.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder