Politikkur

Føroyar í heiminum – heima í Føroyum

Høgni Hoydal: Formansrøða á flokstingi hjá Tjóðveldi í Hósvík 2024:

2024-04-06 10:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu tjóðveldisfólk,

Eg eri so ljómandi errin av tí, sum ber til í Føroyum. Eri so kjokkfullur av takksemi fyri tað, sum fólkið í Føroyum gjøgnum ættarlið hevur skapað og sum vit megna í dag. Eri so flúgvandi fegin um tað, sum Tjóðveldisflokkurin – tey, sum undan hava gingið – og øll tit tjóðveldisfólk í dag hava lagt í, lagt fyri og lyft upp.

Eri hvønn dag íblástur av teirri hugsjón, teimum virðum og teimum úrslitum, ið Tjóðveldi byggir á, stríðist fyri og fremur: Frælsi, fólkaræði, javnrættindi og samhaldsfesti. At vit taka ábyrgd av at byggja egið land, har fólk hava sama frælsi at búgva, liva, virka, skapa og elska. Og at vit taka ábyrgd í heiminum og vilja, at okkara Merkið skal veittra millum hini.

Og eg eri veruliga vónbjartur um framtíðina, hóast heimurin í dag tíverri gongur leiðir, sum eru í grellari andsøgn við tey virðir og mál, ið vit byggja á. Og hóast politiska orðaskiftið og dagsskráin í almenna rúminum og á sosialum miðlum í Føroyum (og í heiminum) er so merkt av spjaðing. Av uppbýti í smærri bólkar við einstøkum svørt-hvítum seráhugamálum, villleiðing, sjálvprofilering, útspilling og beinleiðis haturstalu. Ja, har tað mangan tykist vera meginreglan at bróta niður, heldur enn at byggja upp.

Vit skulu ikki lata okkum kísta ella falla í fátt av tí. Komið og lyftið Føroyar og hvønn annan upp, heldur enn at tosa Føroyar og hvønn annan niður!

Komið og byggið á felagsskapin og ymiskleikan, ið skapar tjóð, heim og samfelag, heldur enn á egináhugamálini og at halda, at vit skulu skapa øll í okkara egna bílæti.

Komið og leggið í samfelagið, heldur enn onki at leggja í tað. Komið og leggið nakað í onnur, heldur enn at siga, at vit leggja onki í onnur.

Komið og fagnið tí, sum er gott – samstundis, sum vit gera nakað við tað, sum er minni gott ella heilt galið. Komið og tosið um og dyrkið tað deiliga í Føroyum, samstundis sum vit gera nakað við tað neiliga.

Tí, vit hava sanniliga nógv at vera errin av og at fegnast um. Ongin samgonga hevur framt so nógv mál og tikið so trupul mál á seg, sum hendan samgongan uppá bara 15 mánaðir. Vit hava allar møguleikar at fremja tað, ið vit hava sett okkum fyri, og nógv er eftir at loysa.

Vit eru so nær við at gerast eitt ordiligt land í heiminum, sum nakrantíð í okkara søgu. Altso eitt sjálvstøðugt land við sjálvberandi og haldførum búskapi. Og vit eru á so góðari leið at skapa eitt ordiligt samfelag og livilig kor fyri fólk, mentan, vinnu og samhaldsfesti.

Eg vil takka okkara samgongufeløgum, Javnaðarflokkinum og Framsókn, fyri samstarvið higartil. Og eg vil takka sambandsflokkinum fyri samstarv og semjur um týðandi mál. Tað ber til – hóast ymisk og við ymsum hugsjónum og málum – at samstarva og loysa týðandi mál.

---

Her eru vit aftur komin saman í Hósvík – føgur og ágrýtin tjóðveldisfólk úr øllum landinum. Í hesi søguligu bygd, sum søgnin sigur, at Tórur av Strond í Noregi bygdi sum tann fyrsti, tá ið hann flýddi undan Haraldi hárfagra. Hann bygdi garðin í her í Toftum og grundaði síðani Tórshavn – meðan synir hansara seinni býttu Skálafjørðin og Sundalagið millum sín. Sambært søgnini er tað eisini upphavið til bygdirnar Strendur, Toftir og Selatrað. Og Tórur skal bæði hava bygt verjugarð og skansa og grivið vatngravir her í Hósvík.

Men í nýggjari tíð er Hósvík dømi um eina bygd, ið hevur virt tað, ið landið og sjógvur kann geva úr egnum tilfeingi og virt okkara egna mál og mentan – og hevur fyrst sum sjálvstøðug kommuna og nú í Sunda Kommunu lagt dent á trivnað og felagsskap fyri børn, ung, barnafamiljur og eldri.

Her í Hósvík renna mangar størri og smærri áir saman. Og tað er ómetaligt at hugsa sær, hvat hevur borið, tá ið smærri og størri áir og løkir renna saman í okkara samfelag. Tá ið vit duga at síggja tað stóra í tí smáa. Og tað smáa í tí stóra.

Og tað er jú søgan um alt tað, ið hevur skapt veruligan framburð í Føroyum. Tá ið vit hava virt okkara egna. Tá ið vit hava virðisøkt okkara egna. Tá ið vit hava sæð tað stóra í tí smáa og kravt, at tað smáa skal virðast í tí stóra og er grundarlag fyri tí stóra. Um tað er stríðið fyri at menna okkara mál og mentan. Okkara vinnu og livikor. Okkara búskap og sosialu skipanir. Okkara skúla og vitan. Okkara leiklut í heiminum. Okkara javnstøðu.

Tað kann ikki yvirmetast, hvussu alt tað, ið vit dýrmeta í dag og taka sum givið og standa saman um, hevur verið drivið fram av undangongufólki, har mótstøða og stríð hevur verið øgiligt, og fá høvdu trúð, at tað bar til.

Tjóðveldisflokkurin og tjóðveldisfólk hava verið í broddi fylkingar í hesi støðugu tjóðarbygging og hava torað tað trupla. Vit eru burturúr eyðmjúk og takksom mótvegis teimum, ið hava gingið undan og lagt í.

Og síðani vit hittust seinast, eru eisini mong tjóðveldisfólk, ið hava stríðst sítt seinasta stríð í hesum heimi, og sum vit sakna og senda allar góðar og mildar tankar til.

Eg fari at heita á flokstingið um, at vit reisa okkum og minnast tey í takksemi eina løtu.

---

Alt tað sum fá høvdu trúð bar til – hevur borið til

Góðu tjóðveldisfólk.

Ja, verða vit ikki hvønn dag tikin av fótum av, hvat ber til í Føroyum? Tá ið vit virða okkara egna og virðisøkja okkara egna? Virða hvør annan? Seta okkum nakað fyri og síggja okkum sum javnsett fólk í Føroyum og javnsetta tjóð í heiminum?

Hugsið bara um okkara mentanar- og listafólk. Okkara íverksetarar og vinnulívsfólk. Okkara granskarar og undirvísarar. Okkara arbeiðsfólk í fyritøkum og á stovnum. Á sjógvi og landi. Í fakfeløgum og felagsskapum. Okkara fakfólk og stríðsfólk í heilsuverki, almannaverki og kommunum. Okkara ítróttarfólk, ið taka okkum á bóli hvønn dag, Okkara fólk, ið stríðast fyri máli, og bókum og filmi og tónleiki og talgilding. Okkara sjálvbodna og sosiala arbeiði í hvørjari bygd, hvørjum býlingi, hvørjum felagi, hvørjum tiltaki.

Alt tað, sum fá høvdu trúð bar til, hevur borið til. Ímóti øllum forsagnum. Og tað ber til.

Tað er eisini søgan um Tjóðveldisflokkin.

Frá tí flokkurin varð stovnaður hevur hann ongantíð góðtikið, at vit eru undirskipað øðrum valdi. At fólkaræði skal ráða í øllum lutum. Hevur tikið tey truplu málini á seg, sum fá hildu, bóru til.

  • At fáa egið fiskimark.
  • At skapa útbúgving um alt landið.
  • At skapa egið Fróðskaparsetur og gransking.
  • Egið útvarp og sjónvarp, bókmentir, mentanarstovnar, list.
  • Binda landið saman við infrakervi og samferðslu.
  • Brúka orku úr varandi orkukeldum og verja umhvørvið.
  • Skapa javnstøðu millum kvinnur og menn.
  • Vinna javnrættindi hjá minnilutabólkum.
  • Skipa egið heilsuverk og almannaverk.
  • At vinna sosiala trygd og betri livikor hjá verkafólki.
  • Stovna Húsalánsgrunnin, ið gav vanliga fólkinum møguleika at seta búgv.
  • At umsita okkara nátturutilfeingið burðardygt.
  • At skapa javnar vinnumøguleikar hjá fólkið í landinum.
  • At reka egnan uttanríkispolitikk og gera egnar avtalur við onnur lond og felagsskapir.
  • At taka ábyrgd i heimspolitiskum málum.
  • At stovna egið Uttanríkisráð og hava egnan uttanríkis- og trygdarpolitikk.
  • At gera okkum óheft av blokkstuðli og skapa ein sjálvberandi búskap.

Og eg kundi hildið fram. Stutt sagt: Flokkurin hevur støðugt hildið fast við, at Føroyar skulu skipast sum tjóðveldi, har fólkaræði ræður í øllum lutum. Har Føroyar verða javnsettar í heiminum. Har fólk eru javnsett. Har onki útlendskt vald hevur rætt til ræði og ognir í landinum – og har ongin serstøk stætt hevur framíhjárætt til valdið og ognirnar í landinum.

Hetta er stevnan. Her er nógv eftir at gera og stríðast fyri. Serliga tá ið tað snýr seg um vald landsins og ognir og at skapa øllum livilig kor og møguleikar at seta búgv og skapa heim í Føroyum.

Eitt trístøkk er eftir at skipa okkum sum sjálvstøðugt land

Vit geva okkum kanska ikki far um, hvussu langt vit eru komin at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Og gerast eitt ordiligt land.

Í roynd og veru, hava vit við seinasta blokkniðurskurðinum uppá 100 mió. kr,, sum er samtyktur, góðar 500 mió. eftir av búskaparliga heftninum.

Blokkurin er bert, tá ið hetta valskeiðið er runnið, 1,5% av okkara samlaða búskapi. Hugsið tykkum, at hann var upp móti 25% fyri 30 árum síðani!

Halda vit á, er ikki eitt torført stig at taka seinastu tøkini yvir nøkur ár.

Vit hava tikið okkum so at siga øll mál á føroyskar hendur og ábyrgd. Tað, ið vantar, eru løgreglan og dómstólarnir og so at fáa skipað ein føroyskan lestrarstuðul til øll lesandi, ið skal vera betri enn í okkara grannalondum. Har tú kanst lesa her í Føroyum, taka partar aðrastaðni og lesa hvar tú vilt í heiminum við føroyskum lestrarstuðli.

Og so vantar okkum at samtykkja egna stjórnarskipan og at gera eina avtalu við Danmark um samstarvið frameftir sum tvey javnsett lond, ið skulu leggjast til fólkaatkvøðu.

So vit kunnu síggja fyri okkum eitt trístøkk, sum vit kenna úr frælsum ítrótti:

  1. At gera okkum leys av seinasta blokkstuðlinum
  2. At fáa løgreglu og dómstolar á føroyskar hendur og skipa ein føroyskan lestrarstuðul til øll lesandi.
  3. At gera eina avtalu við Danmark um framtíðar javnbjóðis samstarv, ið kann leggjast til fólkaatkvøðu og at samtykkja egna stjórnarskipan á fólkaatkvøðu.

Hetta gera vit sjálvandi ikki einsamøll og mugu í øllum royna at vinna undirtøku millum fólk og aðrar flokkar.

Og alt ímeðan loysa vit í gerandisdegnum.

Vit hald á – í tí smáa sum tí stóra – at loysa viðurskifti og taka ábyrgd í gerandisdegnum og í tí dagliga stríðnum um alt landið. Hvønn dag og hvørt vakið tíðarbil. Meðan vit á nátt sum á degi droyma um tær frælsu Føroyar og halda okkum málini og virðini greið.

Samgonguskjalið er sjálvandi ikki bygt bara á tjóðveldispolitikk, men er eitt felags skjal millum tríggjar flokkar, ið hava funnið eina felagsmongd við málum til tess at menna land og tjóð.

Høvuðsmálini eru góð og greið:

  • At skapa ein sjálvberandi og haldføran búskap bygdur á samhaldsfesti og sosialt rættvísi.
  • At skipa grøna orkuskiftið, so tað verður fíggjarliga gjørligt hjá fólki og vinnu at leggja um.
  • At umsita okkara náttúruríkidømi burðardygt og varandi.
  • At menna okkara mál og mentan og list.
  • At styrkja okkara samhaldsfesti og sosialu skipanir.
  • At geva lønarlyft til fakbólkar í vælferðartænastum.
  • At skapa javnrættindi millum okkara fjølbroytta og ymiska fólk, ið her vilja búgva, liva, skapa og elska
  • At skapa betri treytir og vinnumøguleikar hjá tí stóru fjøld av smærri og miðalstórum fyritøkum og hjá íverksetarum í Føroyum.
  • At skapa atkomiligheit, rættvísi og upprudding í fiskivinnupolitikkinum.
  • At hava okkara egnu rødd og okkara egnu ábyrgd og skyldur í heiminum við egnum uttanríkispolitikki, trygdar- og verjupolitikki
  • At styrkja okkara skúla- og útbúgvingarmøguleikar, handaliga og ástøðiliga.
  • At lyfta okkara hægru útbúgving og gransking,
  • At styrkja okkara heilsuverk.
  • At lyfta okkara almennu skipanir og okkara eldrastuðul.
  • At gera tað gjørligt at seta búgv og skapa eitt heim kring landið fyri ein rímiligan penga.
  • At lætta um skattabyrðuna hjá løntakarum.
  • At alt verður fíggjað – og munandi og rímilig gjøld verða tikin inn fyri framíhjárættin at troyta náttúruríkidømið, sum vit øll og komandi ættarlið eiga.


15 mánaðir við megnar avrikum

Og samgongan hevur sanniliga ikki sett seg upp afturá. Ongin samgonga, ið eg veit um, hevur avrikað so nógv – og loyst so nógv trupul mál eftir so stuttari tíð. Og upptakið hevur verið stórt eftir eina tíð, har landið varð blakað út í valstríð undan jólum, orsakað av einum máli um rættin hjá foreldrum at geva sínum barni navn. Og har óloyst mál høvdu ligið í alt ov langa tíð.

Tað málið um at geva sínum børnum nøvn, varð sjálvsagt loyst fyrstu vikuna hjá samgonguni.

Og síðani hava vit ligið í toti við arbeiði at fremja málini í samgonguskjalinum.

Eg kann bara nevna burturúr rúgvuni:

  • Blokkstuðulin er samtyktur skorin við 100 mió. kr.
  • Vitaverkið er samtykt og yvirtikið 1. juni í ár.
  • Sjórætturin og sjóuppmerking eru samtykt at yvirtaka.
  • Loftrúmið er avtalað gjørd um við danskar myndugleikar at yvirtaka og vit byggja upp okkara egna eftirlit, radara og tænastur.
  • Lønarlyftið til fakbólkar á vælferðarøkinum er samtykt – hóast nógv rok hevur verið og er á arbeiðsmarknaðinum. Tað fara vit heilt víst at loysa.
  • Skattalætti er veittur til miðal- og láginntøkur. Hetta er størsti skattalætti til hesar inntøkubólkar nakrantíð, meðan hægstu inntøkurnar ikki fáa lut.
  • Allar broytingar eru fult fíggjaðar.
  • Meira peningur bverður nú settur í Búskapargrunn.
  • Serskattaskipanir eru minkaðar og broyttar.
  • Tøkugjøld og veiðugjøld er hækkað til at fíggja vælferðina – og kommunur hava fingiå part í tí.
  • Hjálparpakki varð samtyktur beinanvegin til familjur, ið eru ringast fyri. Síðani er eitt orkuískoyti gjørt, men enn eru tær familjur, ið eru í fatækraváða størsta raðfestingin hjá okkum at lyfta, har vit mugu gera fleiri átøk.
  • Allar almannaveitingar og pensjónir og lestrarstuðul eru javnaðar.
  • Stovnsrøktarátøk eru fyri fyrstu ferð sett í verk eftir tilmælunum frá Havstovuni og fiskifrøðini.
  • Størri atkomiligheit er framd hjá nýggju aktørunum í fiskivinnuni.
  • Útróðrarbátarnir hava fingið betri treytir á Føroya Banka.
  • Vørn hevur fingið hægri játtan til eftirlit og eygleiðarar.
  • Nýggj strandafaraskip eru samtykt at byggjast til útoyggjarnar.
  • Suðuroyartunnilin er lagdur í væl skipaða ætlan.
  • Nýggj náttúrverndarlóg er samtykt, ið hevur ligið óloyst í áratíggju.
  • Nýggj elveitingarlóg er løgd fyri tingið, ið skal skunda undir grøna orkuskiftið.
  • Príseftirlit er samtykt.
  • Broytingar eru lagdar fram til fólkaskúlan, ið skal tryggja betri trivnað og umstøður og lærumøguleikar.
  • Nýtt kampus til Fróðskaparsetrið er samtykt at byggjast.
  • Stuðulin til tónleik er hækkaður.
  • Afturberingarskipan til filmsverkætlanir er sett í verk.
  • Stuðulin til mentan, film, orðabókagerð og til mentanarhús er hækkaður.
  • Loysn fyri Kringvarpið er gjørd og miðlastuðulin hækkaður.
  • Príseftirlit er samtykt.
  • Dialysa á Suðuroyar Sjúkrahúsi er loyst og sett í verk.
  • Avtala er gjørd um, at Sjúkrahúsverkið verður gjørt til Universitetssjúkrahús.
  • Ognarskrá og eftirlit við eigaraskapi í fyritøkum er styrkt.
  • Ognaryvirlit í fiskivinnuni er gjørt.
  • Loyvi at selja rúsdrekka hjá framleiðarum er framt.
  • Løgtingskvinnur kunnu nú kalla seg løgtingskvinnur – sum hevur ligið óloyst í áratíggju.
  • Pensjónsskipanin hjá løgtingsfólki verður nú broytt – sum hevur ligið óloyst í áratíggju.
  • Betringar í ferðslulógini eru lagdar fyri tingið.
  • Nettrygdarætlan er gjørd.
  • Nýggjur landbúnaðarpolitikkur er lagdur fram.
  • Uppskot um burðardygga ferðavinnu er lagt fyri tingið.
  • Breið semja er gjørd um gjøldini hjá alivinnuni til landskassan.
  • Arktiskur politikkur er lagdur fyri tingið.
  • Fyri fyrstu ferð er uppskot til føroyskan trygdar- og verjupolitikkur lagdur fram.
  • Samstarvsavtala er gjørd við ES.
  • Samskift verður nú beinleiðis við USA, NATO, Bretland, Danmark og Norðurlond um trygdar- og verjupolitikk – og Norðurlond hava felags verjumálaráðharrafund í Føroyum seinast í apríl.
  • Samtykt er nýggj sendistova í Washington.
  • Samráðingar eru við fleiri lond um fríhandil.
  • Russlandspolitikkurin er lagdur við egnum føroyskum tiltøkum, ið eru minst líka týðandi, sum hjá okkara grannalondum. Og vit vinna stóra virðing uttanlands fyri hetta.
  • Nýggj fosturtøkulóg er løgd fyri tingið.
  • Mótrokningin hjá pensjónistum er bøtt munandi.
  • Bústaðir hava fingið heimild til saman við kommunum at byggja almannagagnligar bústaðir.
  • Brekumboð er samtykt.
  • Útbyggingar eru samtyktar kring landið.
  • Nýggir bústovnar eru tiknir í nýtslu.
  • Og so framvegis... og so framvegis.

At skapa menniskjaligt haldføri

Hetta er bara millum tað, ið er framt uppá 15 mánaðir.

Stóru tøkini eru nú:

  • At tryggja búskaparliga haldførið við at skapa menniskjaligt haldføri.

Fólk skulu velja at búgva, skapa og liva og vinna í Føroyum.

At lyfta teir lægstu inntøkubólkarnar upp og at skapa bústaðarmøguleikar og møguleika at skapa sítt egna heim í Føroyum.

Tað er verður høvuðsevnið á flokstinginum seinni í dag.

Føroyar í heiminum

Í løtuni henda stórar rembingar á heimspolitiska pallinum. Ólógliga og ræðuliga álopið hjá Russlandi á Ukraina og ukrainska fólkið. Andstyggiliga álopið hjá Hamas á ísraelsk sivilfólk og tann vanlukkuliga og hjartabrótandi støðan hjá palestinska fólkinum sum heild og menniskjaligu og humaniteru ræðuleikarnir við álopinum og innrásini í Gaza, eru teir mest eyðsýndu sorgarleikirnir á altjóða pallinum í hesum døgum.

Føroyar taka og skulu taka greiða støðu í hesum málum. Vit krevja altjóða lóg og mannarættindi hildin – og vilja hava fólkaræði og frið fyri heimsins fólk.

Kríggj, dráp, álop, kúging og stríð um vald og yvirræði, ið tekur lív og framtíð frá fólki, hava áhaldandi verið um allan heim, síðani seinna heimsbardaga, hóast ikki eins sjónligar í altjóða miðlum.

Á so mangan hátt hava vit havt ómetaligan framíhjárætt her á Norðurleiðum, har friður og trygd hava valdað síðani seinna heimsbardaga. Hóast Kalda Kríggið elvdi til vápnadubbing, spenningar, vandar, skuggakríggjum ymsastaðni í heiminum og ótta fyri kjarnorkubardaga í einum uppbýttum heimi við ógvusligum mótpolum millum stórveldini fyri eystan og vestan.

Í okkara parti av heiminum – ið vit vanliga hava rópt “Vesturheimin” hava vit helst havt ta fatan, at altjóðagerð, demokratisering, búskaparlig samanrenning, víðfevnt álitisfremjandi samstarv, sínámillum handil og opinleiki nú skuldu eyðmerkja gongdina og heimsskipanina

Nógv settu sínar vónir til tey einmælt samtyktu ST-heimsmálini um burðardygga menning í 2015 sum grundarlag fyri at styrkja hugsjónina og málið um sameindar tjóðir, altjóða samstarv, mannarættindi og einum meira rættvísum og friðarligum heimi fyri heimsins fólk.


Men rembingarnar nú og avleiðingarnar av teimum, tykjast í løtuni at hava elvt til, at tíðarskeiðið við altjóðagerð sum høvuðstátti er farið afturum. Ístaðin bendir alt á, at heimurin letur seg aftur í gomul og nýggj stríð, mørk, sameiningar og ásir. Har hvørki ein einpólað ella tvípólað heimssskipan eru ásirnir, men heldur ein fleirásað skipan við ymsum sameiningum og strategium, ið krossa og fara útum vanligar fatanir av heimsskipan og valdsjavnvág.

Vit siggja nýggjar og ymsar farvegir av kappingum millum lond og stórveldi , sum kunnu fara at eyðmerkja heimspolitiska pallin í nøkur ár frameftir. Strategiskar langtíðarætlanir kunnu hugsast at verða ein berandi bulur í hesi kapping. Lond síggja tørv á at kappast um m.a. ráevni og tilfeingi, tøkni við egnari trygd og verju fyri eyga. Og vápnadubbing og hernaðarmál hjá einstøkum londum og sameinginum gerast enn sum áður fremsta grundarlag fyri heimsskipanini, valdsjavnvágni, búskapi, handli, vinnu og livikorum hjá fólki.

Í hesum heimi skulu vit navigera og taka støður. Og tað haldi eg, at vit megna til fulnar.

Í hesum høpi er hugtakið strategiskt sjálvbjargni ein snúningsásur. Tað merkir evnini at klára seg sjálvan og vera bundin minst møguligt at øðrum og skiftandi umstøðum og broytingum. At raðfesta egna vitan og framleiðslu. Bæði sum land og sum samstarvspartur í einum trygdarpolitiskum samanhangi.

Og hetta verður tann vitin, ið vit skulu stýra eftir – og fáa atgongd til ST og heimsins felagsskapir.

Málið um burðardygga ferðavinnu

Lat meg enda við at nema við málið um burðardygga ferðavinnu, ið hevur elvt til mikið stríð og skotgravir.

Í mun til tað, sum verður sagt um hetta uppskotið, so snýr tað seg um hetta:

  1. Ferðavinnan verður skipað lokalt, har kommunur, bøndur/hagapartar og fólkið á staðnum gera reglurnar og infrakervið. (Hvar kann gangast, hvar ikki, hvar krevst ferðaleiðari, harundir lokalur ferðaleiðari, hvussu nógv, turistfríar dagar o.s.fr.
  2. Øll ferðafólk (turistar) gjalda eitt gjald við komu, sum fer beint út til kommunur, bøndur og bygdirnar at skipa ferðavinnuna við, verja og styrkja náttúru og mentan – og at gera ferðavinnuætlanirnar.
  3. Fólkið í Føroyum og við tilknýti til Føroya hava frælsi at ferðast og njóta náttúruna við teimum neyðugu atlitunum.
  4. Handilslig ferðavinna – altso har skipað verður fyri túrum og útferðum og upplivingum fyri gjald, kann bara gerast í avtalu við bøndurnar/hagapartarnar (ikki einkarrættur – men bøndur/hagapartar kunnu krevja standardavtalu).
  5. Tað er uppgávan og skyldan hjá myndugleikunum at upplýsa øll ferðafólk um reglur og skyldur og at fylgja ferðavinnuætlanunum á staðnum. Ferðafólk hava skyldu at kunna seg um reglur og fráboðanir, áðrenn farið verður á pláss og bygdir.


Grundreglan í uppskotinum er: Í øllum skal náttúran verjast. Landbúnaðarvirksemi og tær skipanirnar, ið eru, skulu verjast. Trygdin skal vera í hásæti. Lokalar skipanir, mentan og siðvenjur skulu stýra. Og lokalar inntøkur og arbeiðspláss og vinna skal skapast.

Og tann boðskapurin, ið ferðafólk fáa, tá ið tey koma til Føroya, er hesin:

Góðu ferðafólk,
Vælkomin heim til okkara. Til okkara land og tjóð. Okkara søgu og mentan og siðir. Okkara ymsu og fjølbroyttu oyggjar, bygdir, býir og pláss. Og okkara ymsu heim.

Tit eru komin sum gestir til eina stórhavstjóð. Vit eru eitt risastórt øki mitt í Norðuratlantshavi: Meira enn 300.000 km2 av sjógvi og landi og havbotni.

Men okkara landaøki er bert 0,4‰ - fýra promille - av okkara samlaða øki. Knappar 1.400 km2.

Her hava meira enn 48 ættarlið skapað tjóð og yvirlivað ímóti øllum líkindum.

Hvør bygd liggur við atgongd til sjógv og haga og bjørg. Og hvør fersentimetur - hvør tummi - hevur verið brúktur og skipaður til tess at vinna føði og klæði og annað tilfeingi til lívsins uppihald.

Uttangarðs - í haga og fjøllum - hevur landbúnaður verið skipaður við heilt serligum reglum, har serliga seyðahaldið er grundvøllurin - og áður í størri mun: neyt og ross Á sama hátt at søkja bjørgini og gagnnýta annað tilfeingi.

Tí er tað mest umráðandi, at vit verja viðbreknu náttúruna og órógva aldargomlar skipanir, reglur og siðvenjur sum minst, tá ið vit vilja njóta stórbæru náttúruna í hesum landi.

Vit virða og styrkja tey lokalu samfeløgini, so tey sjálv áseta reglurnar og skipanirnar fyri ferðafólk og kunnu vísa tað besta av føroyskum gestablídni.

Tí gjalda tit eitt gjald, ið fer til at skipa ferðavinnuna burðardygt, verja náttúruna og menna lokalsamfeløgini.

Tey gera reglurnar og vísa á, hvar tit kunnu ferðast og á hvønn hátt og nær. Og hvar krevst ferðaleiðari og annað fyri at verja náttúru, landbúnað, siðir og trygd.

Tit hava skyldu at fylgja teimum lokalu reglunum og ásetingunum.

Á tann hátt eru tit við til at skapa burðardygd og at byggja bæði lokalsamfeløg og náttúruvernd í enn betri støðu, enn áðrenn tit vitjaðu.

Vælkomin heim til okkara

---

Góðu tjóðveldisfólk.

Vit hava ómetaliga nógv at fegnast um og nógv eftir at stríðast fyri.

Vit skulu vera virkin í heiminum – og virkin at skapa heim heima hjá okkum.

Komið og leggið okkara megi og mál og hjørtu saman. 

Gott floksting.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder