2026-06-27 20:37
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á Andorra
SCA meistaraheitið, kvinnur:
Andorra – Føroyar 0-3 (6-25, 11-25, 21-25)
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti vann eisini annan dystin hjá sær í kappingini, tá Andorra stóð fyri skotum, og uttan himpr vunnu Føroyar 3-0, og úrslitið hevur við sær, at Føroyar í morgin árini kl. 8:30 skulu spæla hálvfinalu ímóti Skotlandi, sum gjørdist nr. 2 í hinum bólkinum.
Tað var bert í triðja settinum, at líkinda mótstøða var frá Andorra í dag, men mest var tað tí Føroyar tóku sær av løttum.
Í hálvfinaluni sunnumorgunin ímóti Skotlandi fáa tær føroysku seg tó rættiliga royndar, tí skotska liðið hevur seinastu árini havt munin á Føroyum: 14. mai í 2022 vann Skotland 3-0 (25-18, 25-22, 25-14) og 11. mai 2019 vann Skotlandi eisini 3-0 (25-17, 25-22, 25-17). Men í 2008 bragdaði hjá Føroyum, sum tá vunnu 3-1 (21-25, 25-19, 25-20, 25-18).
Í kappingini í Andorra í hesum døgum gjørdist Skotland nr. 2 í hinum bólkinum, eftir at hava tapt 0-3 (20-25, 13-25, 25-27) fyri San Marino í dystinum um fyrstaplássið í bólkinum.
Hálvfinalan millum Føroyar og Skotland byrjar sunnumorgunin kl. 8:30 og stroyming sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum www.fbf.fo
Vinnarin skal síðan spæla finalu sunnukvøldið kl. 19:30, og taparin spælur um bronsukrónurnar kl. 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald