Ítróttur

Føroyar fleiri fet nærri EM-endaspælinum

Aftur megnaðu okkara at vinna ein minniligan heimasigur. Hesaferð gjørdist talan um tryggan sigur, har væl gjøgnumført álopsspæl og sterk verja og málverji gingu hond í hond.

17-ára gamli Óli Mittún spældi ein framúr dyst (Mynd: Sverri Egholm)

17-ára gamli Óli Mittún spældi ein framúr dyst (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-26 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Portal.fo:

Nú bert eitt umfar er eftir í EM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum, eru útlitini fyri einum plássi í endaspæælinum næst ár góð. Eftir flotta 33-26 sigurin á Ukraina eru Føroyar á 3. plássinum og í løtuni.

Møguleiki er eisini at staðfesta 3. plássið ella møguliga taka 2. plássið við at vinna í Eysturríki sunnudagin. Hini úrslitini í umfarinum hóska Føroyum væl, og tað at sigrurin gjørdist við sjey málum í kvøld ger, at Ukraina so at siga ikki kann yvirhálað okkum - meira um men ymisku roknistykkini seinni. 

Tað eru nógv føgur orð, ið kunnu setast á krútsterka føroyska avrikið - tey koma eisini - men nú áðrenn samrøður skulu gerast, kunnu vit bara staðfesta at føroysku menninir so sanniliga livdi upp til høgu vónirnar. Sigurin kom ongantíð veruliga í vanda.

[object Object]

[object Object]
Føroyskur fagnaður (Mynd: Sverri Egholm)

Ukrainar fingu ongangíð tamarhald á Eliasi, Óla og hinum í effektiva álopinum. Vengirnir vóru lýtaleysir, og í hinum endanum var verjan frálík. Tá veruspælararnir ikki vóru fyri, var Pauli Jacobsen tað ofta. Hann stóð ein branddyst við fleiri stórbjargingum.

Tað tykist heldur veruleikafjart, at mann bara kann standa og telja niður til ein stórsigur hjá einum føroyskum A-landsliðið móti einari lutfalsliga so góðari tjóð. Ukraina hevur ikki verið rárur gestir í endaspølum hesa øldina og hevur millum annað verið við til tey bæði seinastu EM-endaspælini. Nú er eitt endaspæl ikki so veruleikafjart - endaliga avgerðin fellur sunnudagin.

Fleiri myndir og samrøður seinni - rættað: 20.49

EM-undankappingarbólkur 4 -  5. og næstseinasta umfar
Høllini á Hálsi 26. apríl
Føroyar - Ukraina 33-26 (17-12)

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 12 mál
Óli Mittún 7 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Leivur Mortensen 4 mál
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Tróndur Mikkelsen 2 mál 

Bjargingar: Pauli Jacobsen 14/40 (35 prosent)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-5 
15 min: 10-7 
20 min: 12-8
25 min: 14-11

35 min: 19-13
40 min: 24-16
45 min: 26-19
50 min: 27-22
55 min: 30-23

Útvísingar: 
Ukraina: 4
Føroyar: 2

Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig

Føroyar eru betri enn Ukraina innanhýsis, men Rumenia er betri enn Føroyar innanhýsis

6. og síðsta umfar í bólki 4
Sunnudagin 30. apríl

17.00:
Eysturríki - Føroyar
Ukraina - Rumenia (spældur í Týsklandi)

Portalurin verður við á ferðini til Eysturríkis og hava vit ymiskt tilfar úr landsliðsleguni næstu dagarnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder