Politikkur

Føroyar fáa nú møguleikan at beinleiðis ávirka á verju- og trygdarpolitikkin

Nýggja semjan um felags grundarlag fyri verju og trygd í norðuratlantshavi og arktis er avgerandi fyri okkara trygd og politisku framtíð, sigur Sjúrður Skaale.

2023-06-29 13:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum hevur, saman við Onnu Falkenberg frá Sambandsflokkinum, havt fleiri fundir við Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharra, um komandi verjusemjuna, sum eisini fer at fevna um Føroyar og Grønland. Í tí sambandi hava føroysku fólkatingsumboðini eisini havt nógvar fundir við serfrøðingar á økinum. Sjúrður Skaale sigur, at endamálið hevur verið at savnað inn vitan um møguligar viðkomandi íløgur, sæð frá føroyskum sjónarmiði. Og at tryggja, at einki verður gjørt uttan um landsstýrið:


- Okkara lutur hevur verið at tryggja, at einki verður gjørt uttan um føroyskar myndugleikar. Og at landsstýrið aktivt er við at avgera, hvussu samstarvið um verjuna í okkara øki sær út. Vit hava havt nógvar fundir við serfrøðingar, myndugleikar og fyritøkur, sum hava servitan um hetta økið. Tað verið seg innanfyri sjó- og loftverju, gransking og tilbúgving og trygd á netinum. Og hendan vitanin er nú brúkt til at skapa eitt felags grundarlag fyri teimum samráðingum, sum verða um trygd og verju komandi árini.


- Hendan avtalan nevnir einki tal ella ítøkilig átøk, men hon setir ein greiðan karm fyri, hvussu samráðingarnar framyvir verða. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at føroyskir myndugleikar og landsstýrið hava verið við frá byrjan, tá tað snýr seg um verju- og trygdarpolitikk. Og tað er eisini sprottið úr tí danska samgonguskjalinum, har tað verður staðfest, at einki skal gerast um Føroyar, uttan um føroyskar myndugleikar. Tað havi eg eisini gjørt greitt fyri verjumálaráðharranum og Mette Frederiksen, tá eg havi hitt tey í sambandi við hesi viðurskifti.


Tað eru komandi samráðingarnar um hesa verjusemjuna, sum verða avgerandi fyri, hvussu trygdin í okkara øki sær út. Og Sjúrður Skaale sigur, at tað er fullkomiliga grundleggjandi, at stjórninar í Danmark, Føroyum og Grønlandi hava funnið eitt felags grundarlag, sum so skal brúkast sum karmur fyri tær íløgur í trygd og verju, sum skulu gerast komandi 10 árini.


Javnaðarflokkurin á fólkatingi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder