Sambandsfólk hava ongantíð verið í iva um, at Føroyar eru eitt ordiligt land, og vit taka fulla ábyrgd av teimum avgerðin vit taka vegna Føroyar. Tað kundi Tjóðveldi lært av, ikki altíð geva hinum skylduna.
Sambandsflokkurin stendur fyri tryggleika, frælsi og menning í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland. Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi.
Ríkisfelagsskapurin snýr seg um tryggleika og samanhald, og Sambandsflokkurin vil gera alt fyri at halda hesa tryggu kós, sum gevur frælsi og møguleikar í einum vælvirkandi samstarvi við Danmark og Grønland.
Hóast londini í ríkisfelagsskapinum onkuntíð eru ósamd um viðurskifti, har áhugamálini ikki eru tey somu, so finna vit loysnir og tillaga okkum. Yvirskipað loysir tað seg best fyri allar tríggjar tjóðirnar at standa saman á altjóða pallinum. Vit skulu áhaldandi finna smidligar loysnir og beina markaforðingar av vegnum.
Føroyingar eru vit, óansæð um vit eru innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Hetta snýr seg ikki um, hvørt føroyski tjóðskapurin er hóttur, soleiðis sum ávísar ræðumyndir vera málaðar. Nei hetta snýr seg um, hvørjum størri samanhangi føroyska tjóðin vil vera partur av í einum tíverri alsamt ótryggari heimi. Tí eiga vit at síggja hesi viðurskifti meira yvirskipað.
Sambandsflokkurin arbeiðir hinvegin fyri, at vit hava smidligar skipanir millum londini í ríkisfelagsskapinum, har tað skal vera lætt at flyta seg runt, búleikast og gera brúk av øllum møguleikunum hetta gevur.
Ríkisfelagsskapurin er eisini ein lopfjøl hjá okkum út í heim, har vit umvegis danska ríkisborgararættin fáa atgongd til ES-skipanir. Og saman við Danmark og Grønlandi í NATO eru vit væl vard sum ein sjálvsagdur partur av Vesturheiminum.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald