
Ein felags yvirlýsing um stigvísa yvirtøku av málsøkinum loftferðsla er komin undir land. Ábyrgdin fyri loftferðsluøkinum verður yvirtikið í stigum í samstarvi millum danskar myndugleikar og Føroya landsstýri.
Føroya landsstýri ætlar, at málsøkið loftferðsla verður tikið á føroyskar hendur. Loftferðsla er tøkniliga krevjandi øki, og tí hava landsstýrið og danska stjórnin avtalað, at yvirtøkan verður framd í stigum.
Danmark hevur ábyrgdina fyri loftferðslu í Føroyum, men síðani 2005 hevur verið arbeitt við at flyta málsøkið á føroyskar hendur.
Til tess at yvirtaka málsøkið í stigum krevst lógarbroyting, sum samferðslumálaráðharrin ætlar at leggja fyri Fólkatingið í komandi tingsetu. Afturat hesum skal líknandi lógarbroyting gerast í Føroyum, eins og føroyskir og danskir myndugleikar í felag gera eina tíðarætlan fyri stigvísu yvirtøkuni.
Afturat hesum verður settur ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum umboðum, sum fylgja við yvirtøkugongdini og tryggja framdrátt, samskipan og neyðuga vitanarskiftið.
Fleiri myndir, m.a. undirritaða yvirlýsingin, síggjast við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald