Vinna

Føroya Ríðingarfelag heilsar Thomas Hans

.

2025-08-17 18:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Myndin sigur alt - Skálkabrosið lýsir manninn.

Kendi miðvingurin Thomas Hans Gaardlykke fyllir í dag 75 ár og vit í Føroya Ríðingarfelag vilja nýta høvið at takka honum fyri tað blíð og beinasemi hann altíð hevur víst okkara fólkum, tá tey hava vitja har vesturi.

Tað hevur ikki skorta á at játta seg at koma við at vísa á leiðir, ella at skaffa býlir tá talan var um longri túrar. Altíð hevur hesin lágvaksni og lágmælti miðvingurin, verið klárir at rætta eina hond.

Tað løgna við Thomas Hans er kanska at sjálvt um hann sum nevnt er lágmæltir, so fáa øll alt við tá hann tosar. Tí tá Thomas Hans hevur orðið, so er friður, øll vilja hoyra hvat hann hevur at siga, tí umframt at vera hittinorðaður so veit maðurin tað mesta sum er vert at vita, bæði um ross og um Vágar.

Hjartaliga til lukku og takk fyri góðar løtur Thomas Hans
- Kenna vit teg rætt so halda løturnar fram í ókomnum tíðum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder