Politikkur

Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán á 1.1 mia. kr.

Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán á 1.1 mia. kr. við at selja lánsbrøv. Lánið er tikið til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni.

2024-05-15 09:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

2. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri á 1.1 mia. kr. til gjaldingar.

Alt lánið verður endurfíggjað og Føroya Landsstýri tók tí í gjár eitt nýtt lánsbrævalán á 1.1 mia. kr. við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

Nýggja lánið er eitt 5-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 24. mai 2029. Áljóðandi rentan er 3,25%. Kursurin fyri lánið er 99,964 og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursinum er tí 3,258%.

Rentustøðið er hækkað nógv síðani juli 2022, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán. Tó er rentan eitt vet lægri enn rentan fyri lánið, sum varð tikið í juni í fjør. Áljóðandi rentan á tí láninum er 3,625%, samanborið við 3,25% fyri lánið, sum landsstýrið tók í gjár.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 1.1 mia.kr., ið tørvur var á

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder