Hægstirættur í Danmark hevur sagt, at kaðalsambandið millum USA og DK er alment kent. So at vit njósnast, er onki loyndarmál, og at vit lurta eftir telefonsamrøðum og samskifti hjá øðrum, er onki loyndarmál.
Vit í Føroyum, eisini løgtingslimir, fáa onki at vita um eina kanning um eitt næstan 50 ára gamalt fiskivinnusamstarv, sum aldrin hevur havt nakað við trygdarpolitikk at gera.
Kanningin er loynilig, ongin má síggja hana, heldur ikki løgtingslimir - hetta í besta “James Bond-stíli.” Fulkomiliga misskilt.
Fólkaræðið er opinleiki og gjøgnumskygni, og tað er eisini galdandi fyri okkum, sum eru vald á Løgting.
Føroya fólk hevur krav uppá at vita, hvat stendur í loyniligu frágreiðingini, nú so nógv arbeiðspláss og inntøkur eru í vanda fyri at detta burtur.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald