2024-05-13 14:18
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag
Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag, mánadagin 13. mai kl. 15:00 í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Tórshavn.
Kunnað verður millum annað um gongdina í samráðingunum, krøvini, sum vórðu handað og praktisk viðurskifti í sambandi við verkfallið. Eisini hava limir høvi at seta spurningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald