Mentan

Fornminnisfelag stovnað í Kvívík

.

2024-05-15 09:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Kvívík.fo:

Mikukvøldið 8. mai var Kvívíkar sóknar fornminnisfelag stovnað. Í nevndina vóru vald:

  • Ari Johanneson
  • Tórarinn á Rípuni
  • Nelly H. Debes
  • Hildigunn Joensen
  • Guðrið Holm

Nevndin skipaði seg við Ara Johanneson sum formanni, Tórarinn á Rípuni sum skrivara og Nelly H. Debes sum kassameistara.

Grækaris Joensen, sum hevur lagt nógva orku í IPG savnið, er ein av stigtakarunum til nýggja fornminnifelagið.

Kvívíkar kommuna ynskir Kvívíkar sóknar fornminnisfelag blíðan byrð.

fornminnisfelag2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder