Vinna

Formansval

 Eg fari sum formansvalevni í Føroya Fiskimannafelag at lýsa nøkur viðurskifti.

2022-01-12 23:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eg fari sum formansvalevni í Føroya Fiskimannafelag at lýsa nøkur viðurskifti, sum meira og minni hava gingið fyri seg síðan áðrenn fiskivinnunýskipanin bleiv samtykt á sinni.

Eg skal her royna at greina eina uppgerð, sum er frá tíðini áðrenn Fiskivinnunýskipanina og sáttmálan sum bleiv undirskrivaður í 2019, í mun til áðrenn og aftaná loyvdan frádrátt, hvussu hetta verður gjørt upp nú og hvussu tað eigur at verða gjørt upp. Niðanfyri er dømi um, hvussu ein avrokning fyri ein túr eftir makreli sær út:


Bruttoinntøka:




Fiskaslag:

Nøgd kg:

Á kr.:

Upphædd:





Makrelur til ídna

9010

1

9010

Makrelur til matna

737951

7,22

5328006,22





Í alt

746961

7,14

5337016,22





Útreiðslur av brutto:




Trygdargrunnur Fiskivi 0,6%



32022,1

Proviantur, mann pr. dag

60

95,55

5733

Tilfeingisgjald/uppboð (manuelt)

746961

6,1

4556462,1





Í alt



4594217,2









Eftir at býta



742799,02





Manningin 17,5%



129989,83

Manningarpartur

12


10832,49

+ frítíðarløn (12%)



1299,9


Her fær manningin sostatt bara smáar 11 túsund krónur í hýru av eini sølu upp á góðar 5 milliónur. Til samanberingar kann eg stutt nevna, at um eingir frádráttir vóru, so var manningarparturin 77.831,49 krónur. Pluss frítíðarløn á 9339,78 krónur


Uppgerð áðrenn loyvdan frádrátt (Bruttosáttmáli) er sera einfalt. Manningin eigur 17,5% av brutto til javnbýtis: 17,5% av 5.337.016,22 = 933.977,84 og verður hetta býtt í 12 partar, gevur tað 77.831,49 í manningarparti.


Um talan var um loyvdan frádrátt, so átti manningin at goldið lutfallið av býtisprosentinum. Í hesum føri 17,5%


Rættur rokniháttur við loyvdum frádráttum er hesin:


Bruttoinntøka í alt



5337016,22

- 17,5% av útreiðslu av brutto



803988,01





Eftir at býta



4533028,21





Manningin 17,5%



793279,94

Manningarpartur (12 manns)



66106,66

+ frítíðarløn (12%)



7932,8


Her er manningarparturin 66.106,66 - eftir at manningin hevur goldið 17,5% av felagsútreiðslunum.


Hetta tykist ikki vera ein trupulleiki fyri sitandi forman í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard. Fyri meg er tað eingin ivi. Her er talan um brot á so grundleggjandi rættindi hjá fiskimanninum, at tað er óhugnaligt, at hetta gongur fyri seg. Eitt er sikkurt, at tað blívur eingin sáttmáli, ið loyvur slíkum ørskapi, undirskrivaður við mær sum formanni.


Nú kann tað sikkurt tykjast sum um, at eg bara ætli mær, at arbeiða fyri nótaflotan og fjarfiskiflotan, men soleiðis er tað als ikki. Hetta er bara EITT gott dømi, fyri at vísa á rokniháttin, ið reiðararnir eru farnir at brúka hesi seinastu árini. Og tað er galdandi fyri allan flotan, meira og minni; hjá línuflotanum er tað agn og lína, hjá ísfiskatrolarunum er tað ísur og oljan, hjá flakatrolarunum er tað pakningur, fragt oa.

Øllum hesum svansinum ætli mær at rudda upp í, um eg blívi valdur til forman í Føroya Fiskimannafelag.


Eftirlønin er sjálvsagt eisini eitt mál, sum hevur hægstu raðfesting. Hon MÁ og SKAL fáast uppá pláss.

Við sjómanskvøðu

Mortan G. Berjastein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder