
Tíðindabræv
Formansskapur Norðurlandaráðsins: Føroyar skulu hava fastan sess í
formansskapinum
Á fundi í Karlskrona í Svøríki í dag, samtykti formansskapur Norðurlandaráðsins einmælt, at Føroyar frameftir skulu hava fastan sess í formansskapinum.
Hetta mál hevur verið reist fleiri ferðir, og seinastu tvey árini hava umboðini hjá Løgtinginum í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Erling Eidesgaard, strongt á og skotið upp at broyta skipanina soleiðis, at Føroyar altíð eiga eitt fast umboð í formansskapi Norðurlandaráðsins.
Løgtingið 11. juni 2025
Hetta hevði við sær, at ein arbeiðsbólkur varð settur at viðgera málið, sum nú hevur skotið upp, at broyta reglurnar soleiðis, at Føroyar, Grønland og Áland nú eisini fáa fastan sess í formansskapinum. Frammanundan hava bert Svøríki, Noreg, Danmark, Finnland og Ísland átt fastar sessir.
Umboðini fyri øll lond og fyri allar politiskar flokkar í formansskapinum tóku undir við uppskotinum frá arbeiðsbólkinum, og samtyktu at broytingarnar í reglunum verða lagdar fram fyri Norðurlandaráðið, sum á ársfundinum í Stokkhólm í heyst skal taka endaliga avgerð í málinum.
Høgni Hoydal umboðaði Føroyar á fundinum í Karlskrona, og hann sigur um avgerðina: “Nú er eitt týðandi stig tikið til, at Føroyar og Føroya Løgting altíð eiga fastan sess, og vit kunnu harvið fáa munandi økta ábyrgd og ávirkan á norðurlendska samstarvið. Ikki minst nú broytingar í Helsingfors-sáttmálanum skulu fremjast, har møguleiki verður at styrkja alt norðurlendskt samstarv og at vinna Føroyum fullan limaskap í øllum norðurlendskum samstarvi og avtalum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald