Skráin er tann sama til eyka konsertina, og Føroya Symfoniorkestur fer á pallin saman við heiðursgestunum úr Vágaverki: Stongum, Guttesen og Ravnsfjall.
Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.
Eyka konsertin verður sunnudagin 2. mars kl. 18.30. Atgongumerkjasølan er byrjað - tryggja tær pláss á www.tjarnir.fo og ver partur av hesum søguliga kvøldinum við Tjarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald