Ítróttur

Fóltbóltsdagur við Stórá

.

2025-05-12 14:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

TÍÐINDASKRIV

Fótbóltsdagur við Stórá!

Hósdagin 30. mai verður eitt serligt fótbóltstiltak hildið á leikvøllinum við Stórá á Tvøroyri – fyri fyrstu ferð nakrantíð! Tiltakið er eitt samstarv millum Parasport Føroyar og TB, og er ætlað øllum, uttan mun til aldur og førleika.

Endamálið við degnum er at skapa rørslu, felagsskap og fótbóltsspæl í einum rúmligum og stuttligum umhvørvi, har øll kunnu vera við – eisini tey, sum vanliga ikki spæla fótbólt.

Skráin umfatar tónleik frá Tróndi og Lív, venjing, ábit og bóltspøl.
Byrjað verður kl 15.00, og tiltakið endar við heiðursmerkjahandan kl 18.00

Venjingarnar verða leiddar av royndum og væl kendum venjarum: Óla Johannesen, Sonna Djurhuus og Gilla Rólantssyni úr TB.

Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði luttakarar og áskoðarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder