Politikkur

Fólkatingsumboðanin

Í danska blaðnum Weekendavisen fekk eg innivist fyri einum lesarabrævi mikkjalsmessudag. Har stóð:

2022-10-15 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Penge til Ukraine
Zakarias Wang, færing
 
Danmark har besluttet at yde Ukraine 800 millioner kroner. Dette er et engangsbeløb på 20 kroner til hver ukrainer. Samtidig bevilger folketinget hvert år støtte fra de danske skatteydere til færingerne. En mulighed ville være at spare de penge, der hvert år bevilges på finansloven til Færøerne. På den finanslov, der skal forelægges nu, kan en bevilling på 1.000 millioner flyttes fra Færøerne til Ukraine.


Vit hava sum kunnugt framsøgufrælsi. Tá vit 14. september 1946 samtyktu at loysa frá Danmark høvdu vit framman fyri okkum eina stjórnarssskrá, sum í grein 68 ásetti: Hvør maður hevur rætt til at seta hugsan sína á prent; prentfrælsið má aldrin við ritskoðan ella á annan hátt tálmast.


Men tann sum prentar ger av, hvat ið hann vil taka við av tí sum onnur senda inn til hansara. Ì hesum føri var hetta tað, sum ritstjórnin av Weekendavísini vildi taka upp av tí eg skrivaði, og tað sigur nógv. Her er ein føroyingur sum ger vart við at danska fólkatingið hvørt ár játtar eina milliard til Føroya, samstundis sum tað játtar 800 milliónur til Ukraina. Hetta er 20 krónur til hvønn ukraina, Eyðsæð er, at fór milliardin, sum Føroyar fáa, beint til Ukrainu, so fekk hvør ukraini 25 krónur meira.


Men tað áhugaverda var, at avísin ikki vildi prenta tað sum eg skrivaði um hvussu nógv danska fólkatingið játtaði til hvønn føroying um árið. Út frá tí sum stendur kann ein og hvør sum veit at vit eru 54.000 sjálvandi rokna út at meðan játtanin til hvønn ukraina í ár er 20 krónur, er hon til hvønn føroying 19.000 krónur hvørt ár. Fyri fólkatingið er hvør føroyingur verdur eins nógv og 950 ukrainar.


Tað slapp heldur ikki við, at orsøkin til henda mun ikki kundi vera tann at føroyingar vóru so nógv fátækari enn danir. Tølini vísa nevniliga at virðið av allari framleiðsluni í Føroyum í 2021 fyri hvønn íbúgva (BTÚ) er hægri í Føroyum enn í Danmark, nevniliga


433.196 í Føroyum

427.544 í Danmark.


Munurin er tí 5.652 krónur


Men var talið fyri Føroyar ikki 19.000 krónur lægri um danir ikki betaltu okkum hesa upphædd?


So er ikki.


Her er talan um virði av framleiðsluni. Upphæddin úr Danmark kemur afturat og gerst ein partur av okkara bruttotjóðarinntøku, sum tí gerst 24.652 krónur størri enn fyri hvønn dana.


Hetta eru almenn tøl, sum ein og hvør kann síggja.


Men hetta vildi blaðstjórnin á Weekendavísini ikki prenta.


Hvussu ber tað til, at danir nú skulu fara á fólkatingsval og teir fátæku donsku veljararnir ikki skulu fáa at vita frá sínum fjølmiðlum, at teir gjøgnum sín skatt gjalda 19.000 krónur til hvønn føroying?


Her kann bert vera ein orsøk, og hon er tann, at teirra 175 donsku fólkatingslimir eru fullsamdir um, at hetta er ein útreiðsla sum loysir seg fyri Danmark.


Nú verður fólkatingsval, og eg lurtaði spentur í Breddanum fyri at hoyra um nakar av flokkunum, sum bjóða seg fram, ætlaði at gera nakað við, at danski staturin rindar 19.000 krónur til hvønn føroying. Men har var deyðatøgn.


Hvør kann orsøkin til hesa tøgn vera?


Ein lítil partur av hesi upphædd verður útgoldin til teir flokkar, sum stilla upp til fólkatingsval og fáa umboð.


Tá stættartingini komu í Danmark 1835 skuldu menn veljast á tey. Teir fingu løn fyri at sita á tingi, og veljararnir skuldu gjalda hana. Men tað hóvaði ikki donsku stjórnini at val fór fram í Íslandi og Føroyum, so her setti kongur sjálvur umboð okkara og donsku skattgjaldararnir betaltu løn teirra. Men tá so kom upp á tal at velja hesi umboð, søgdu bæði íslendingar og føroyingar nei, tí teir hildu tað als ikki loysa seg fyri teir at gjalda skatt fyri hetta umboð, tí tað gjørdi onga nyttu ímillum øll tey donsku umboðini. Fyri at sleppa undan hesi útreiðslu gekk danska stjórnin tí við til at íslendingar fingu sítt egna alting, men føroyingar vórðu útihýstir úr tí og stjórnin útnevndi framvegis eitt umboð fyri Føroyar sum hon lønti. Í 1840 skrivaðu føroyingar eina adressu til kong um at fáa fríhandil og at velja umboð á stættartingið, men tá teir fingu at vita at teir sjálvir skuldu gjalda lønina søgdu teir nei takk. Tá danir fingu sítt egna ting í 1849 var tí einki føroyskt umboð á tí eins lítið og nakað íslendskt. Stjórnin samtykti í september 1849 at Ísland skuldi fáa umboð á danatingi, og tá Ísland hevði fingið tað skuldu Føroyar eisini fylgja við. Hesin spurningur var lagdur fyri íslendska tjóðfundin í august 1851, men tá tjóðfundurin ikki vildi samtykkja tað, varð fundurin slitin og tingmenninir riknir til hús av donskum hermonnum 9. august 1851. Men áðrenn hetta hendi hevði danska stjórnin 1. juli 1851 skipað fyri vali í Føroyum til danska tingið hóast stjórnin hevði samtykt at Ísland skuldi taka støðu fyrst. Fyri at koma ígjøgnum við valinum í Føroyum var frávik gjørt frá regluni um at veljararnir skuldu gjalda sínum umboði løn, og henda útreiðsla varð løgd á donsku skattgjaldararnar. Á henda hátt eydnaðist at fáa valevni at bjóða seg fram fyri at fáa danska løn.


Hetta er framvegis skilið.


Í 1988 hildu flokkarnir á danatingi, at nakað eyka skuldi gerast fyri at fáa veljarar at fara á val, og teir samtyktu at hvør flokkur, sum fekk 1000 atkvøður, skuldi fáa studning fyri hvørja atkvøðu. Upphæddin var lítil, men meir vil hava meir, og nú er talan um 33 krónur fyri hvørja atkvøðu. Hendan lóg var ikki galdandi fyri Føroyar, og hon var heldur ikki send til Føroyar fyri at verða sett í gildi her eins lítið og fyrsta vallógin frá 1850, men danska stjórnin skundaði sær at skriva brøv til politisku flokkarnar í Føroyum um at teir, um teir fingu meir enn 1000 atkvøður, kundi fáa henda stuðul útgoldnan.


Flokkarnir í Føroyum hava verið illa fyri fíggjarliga, og teir hava søkt um hendan stuðul heldur enn at áleggja limunum at fíggja sítt virksemi. Afturfyri skulu teir á hvørjum ári leggja fram grannskoðaðan roknskap fyri donsku stjórnini so tað ber henni til at síggja hvat politiskt virksemi útgoldna upphæddin er nýtt til. Heldur ríkisgrannskoðanin at nakað skeivt er farið fram, er talan um eitt álvarsmál sum kann fáa stórar avleiðingar fyri tey seku í flokkinum.


Men hvønn týdning hevur tað fyri floksins virksemi at taka við hesum studningi fyri hvørja atkvøðu og fyri løn til hvønn fólkatingsmann?


Hvussu kunnu flokkar, sum senda umboð niður á danating og fáa milliónir fyri tað, saga ta gyltu grein av, sum teir sita á?


Royndir okkara hava víst, at t gera teir ikki!


Hvat er til ráð at taka?


Kunnu vit samtykkja at broyta heimastýrislógina, so tað ikki longur stendur í henni, at vit hava umboð á fólkatingi?


Hesum er eingin ivi um at vit kunnu. Heimastýrislógin er ein føroysk lóg og kann broytast av Føroya løgtingi.


Men er tað ikki í stríð við donsku stjórmarskránna tí har verður nevnt at 2 fólkatingsmenn verða valdir í Føroyum? Her er vert at minnast til, at grein 1 í donsku stjórnarskránni sigur, at hon er galdandi fyri danska ríkið. Hon er tí ikki okkara stjórnarskrá. Ásetingin um okkara tvey umboð sigur, at fólkatingið hevur 179 limir og av teimum verða 2 valdir í Føroyum og 2 í Grønlandi. Samtykkja vit ongar fólkatingslimir at hava, verða so 2 valdir í Grønlandi og 177 í Danmark. So sleppa danir betri at stýra sínum egnu viðurskiftum, og tað høvdu teir helst verið glaðir fyri. Vit høvdu eisini havt alla orsøk til at fegnast, tí vit sluppu undan hesum fullkomuliga óneyðugu fólkatingsvalunum.


Fyri at koma hartil er neyðugt at fáa ein løgtingsmeiriluta av flokkum, sum ikki taka við donskum pengum fyri at sita á fólkatingi. Tá teir fáa bræv frá donsku stjórnini um at teir kunnu fáa 33 krónur fyri hvørja atkvøðu svara teir ikki. Tá teirra umboð eru vald og verða spurd hvat kontunummar lønin skal setast inn á, siga tey at teir skulu onga løn hava. Tá teir verða spurdir um teir vilja hava aðrar ágóðar sum 1,8 milliónir fyri skrivstovuvirksemi, siga teir nei takk, tí teir vilja ikki at teir fátæku donsku skattgjaldararnir skulu gjalda fyri umboðini úr Føroyum.


Verður eitt slíkt umboð valt, kann ein løgtingsmeiriluti samtykkja at yvirtaka útreiðslurnar av okkara umboðan á fólkatingi. Vit gjalda so tað, sum vit halda tað vera vert, og tað verður valla nógv.


Nú verður spennandi at síggja hvør av teimum flokkunum, sum hava bjóðað seg fram til valið, fara at boða frá, at teir sýta fyri at vit ríku føroyingar skulu panta teir fátæku danirnar eftir løn til okkara umboð á danatingi.


Er tað veruliga eingin flokkur sum vil herja á?


Um so er, er tað ein vanærilig skomm.


Zakarias Wang

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder