2025-11-12 20:26
Tað var fyrrverandi kirkjuráðsformaðurin, Hans Jacob Lamhauge, ið fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið, nú farið verður undir at byggja nýggja kirkju á Glyvrum.
At tað nú er komið so langt, skyldast eitt miðvíst arbeiði frá bæði kirkjuráðnum á Glyvrum og teimum mongu, sum hava verið við í málinum, líka frá tí at tað byrjaði við eini arkitektakapping afturi í 2007 og til dagin í dag.
Árni Winther, arkitektur, vann kappingina, sum legði lunnar undir tað, sum arbeitt hevur verið við síðani, og byggir kirkjan á vinnandi uppskot hansara, hóast onkrar broytingar eru gjørdar á vegnum.
Nógv fólk var møtt upp til almenna hátíðarhaldið, sum var seinnapartin í gjár klokkan 16, og aftaná vóru øll boðin inn í “gomlu” Glyvra kirkju til ein drekkamunn og ein køkubita.
Har vórðu nakrar røður vóru fluttar fram, og millum annað høvdu landsstýrismaðurin Eirikur í Jákupsstovu, biskupurin Jógvan Fríðriksson, arkitekturin Árni Winther og arbeiðstakarin Sigtór A. Petersen orðið.
Søgulig kirkjubygging
– Eitt, sum mær at síggja er sera dámligt, er tann umfatandi og virðismikla skipanin við sjálvbodnum arbeiði at gera ein part av byggingini, segði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum.
– Sjálvt um 2-3 milliónir krónur eru nógvir pengar, so er peningaliga virðið av hesum sjálvbodna arbeiðinum helst minsti parturin av virðinum, sum fer at liggja í tí.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, fegnaðist við fólkinum á staðnum um, at hetta er fyrsta kirkjubygging í Føroyum síðani fólkakirkjan og alt lógarverk hennara í 2007 kom á føroyskar hendur.
– Hesa søguligu fagnaðarløtu verður staðfest, at tann verkliga byggingin av nýggjari kirkju er byrjað, tí nú verður sjálvt byggimálið ella sjálv byggingin veruleiki, segði hann og nevndi drúgvu og miðvísu tilgongdina.
Liðug tíðliga í 2028
Ein tíma undan almenna hátíðarhaldinum var ein lítil samkoma fyri kirkjuráðnum, kirkjutænarum og innbodnum, har tveir høvuðssttmálar vórðu undirskrivaðir. Annar við SNA Arkitektar og hin við J&K Petersen.
– Hetta er eitt stórt og eitt serligt prosjekt, tí kirkjur hava sín egna samleika. Vit hava roynt at verið trúgv móti tí upprunaliga uppskotinum, har tað serliga er sjálvt kirkjurúmið, ið myndar hesa kirkjuna, sigur Selmar Nielsen, stjóri í SNA Arkitektar.
Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen, vísti á, at kirkjur eru meira enn bara ein bygningur, og at tað tí er ein stórur heiður at sleppa at vera við í einum verki, ið hevur so djúpan týdning:
– Okkara uppgáva er ikki bara at reisa veggir og tekju, men at skapa eitt stað, sum er eitt trygt og friðsælt rúm, ið fer at tæna fólkinum í mong ár fremeftir. Í felag fara at byggja eina kirkju, sum bæði speglar okkara handverk og okkara felags virði, segði hann.
Sjálvt arbeiðið at byggja nýggju kirkjuna á Glyvrum fer í gongd 2. februar næsta ár, og sáttmálaskeiðið er 24 mánaðir, so 1.140 fermetra stóra kirkjan, ið tekur um 700 fólk og kostar 107 milliónir krónur, stendur ætlandi liðug tíðliga í 2028.
Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald