Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
Fyrrverandi Fó lkaheilsustýrið eitur nú Heilsustýrið. Navnabroytingin hendir ı́ sambandi við, at Løgtingið samtykti uppskot um nýggja ı́leguló g hin 15. mai. Nýggja IÍleguló gin, sum varð lýst ı́ kunngerð ı́ gjár, loysir av gomlu IÍleguló gina frá 2005.
Endamálið við ló gini er, eins og við undanfarnu ló g, serliga at tryggja rættindini hjá teimum, hvørs vevnaður og dátur verða brú kt til gransking.
Umframt navnabroytingina er ein av høvuðsbroytingunum, at eitt nýtt økið er felt inn ı́ ló gina: ein sonevnd genomskrá, sum Heilsustýrið skal menna og umsita. Genomskráin inniheldur ı́legudátur og ú rslit av ı́legukanningum, sum verða goymd til gransking og persó nlagað medisin. FarGen er partur av nýggju genomskránni hjá Heilsustýrinum.
Fó lkaheilsustýrið fó r at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá IÍlegusavninum, Fó lkaheilsuráðnum og lutvı́st Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu varð savnað. IÍ Heilsustýrinum starvast ı́ løtuni 19 fó lk, og stjó ri er Bjarni á Steig.
Heilsustýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald