Í seinastu samgongu arbeiddi Sirið Stenberg, ið tá var landsstýriskvinna í heilsumálum, við eini ætlan um at skipa eitt Fólkaheilsustýri at savna allan fakmyndugleikan á føroyska heilsuøkinum og gleðiligt er, at hildið verður á við somu kós.
Ein grundleggjandi táttur í ætlanini hjá undanfarna landsstýrið, var tó eisini ein yvirtøka av teimum heilsuøkjunum, ið enn eru undir donskum ræði. Tað mest týðandi av hesum er landslæknaembætið, men koronufarsóttin hevur eisini lært okkum, hvussu týdningarmikið tað er, at til dømis farsóttarlóggávan og allur tann myndugleikin, sum hongur uppi í henni, eisini verður yvirtikin sum skjótast.
Yvirtøka av øllum heilsuøkjunum og fakmyndugleikanum er enn ein fortreyt fyri, at stovnsetanin av Fólkaheilsustýrinum skal geva meining, leggur Sirið Stenberg dent á.
“Eg gleðist sjálvsagt um, at arbeiðið at skipa Fólkaheilsustýrið heldur fram. Heilsuverkið er ein bulur í okkara samfelag, og tað liggur ein ógvuliga stór framtíðarmenning í at savna allan fakmyndugleikan á heilsuøkinum við tilhoyrandi uppgávum í eitt slíkt stýri. Tað verður vitanartungt, førleikakrevjandi, og tað verður heilt vist við til at byggja land. Talan er tó um eitt fløkt lógarverk, har tað mesta er yvirtikið, men ikki alt, og tað er ein trupulleiki.
Landslæknaembætið er eitt sera týdningarmikið øki at fáa yvirtikið, tí so nógvar týðandi uppgávur hoyra til tann myndugleikan. Ein trupulleiki í dag er millum annað, at heilsumyndugleikin røkkur ov illa út í kommunalar stovnar, eitt nú á eldraøkinum, men tann trupulleikin hevði verið loystur við yvirtøku av landslæknaembætinum, tí tað er har, tann myndugleikin liggur í dag.
“Vit hava eisini júst sæð, hvussu týdningarmikið tað er, at vit hava allar heimildir á farsóttarøkinum. Tí vóni eg, at landsstýrismaðurin nú ger alt fyri sum skjótast at fáa yvirtikið hesi málsøki, tí annars er vandi fyri, at Fólkaheilsustýrið gerst eitt hylki uttan innihald”, sigur Sirði Stenberg.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald