2023-03-23 18:29
Fólkaflokkurin tekur seg úr minnilutasamstarvinum í Tórshavnar Býráð.
Hervið skal verða boða frá, at Fólkaflokkurin og undirritaði býráðslimur tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar Býráð. Hereftir verður Fólkaflokkurin og undirritaði ein sjálvstøðugur partur í býráðnum og komi at taka støðu frá máli til mál.
Orsøkin til hesa broyting skal síggjast í, at eg sum býráðslimur higartil havi stuðla flest øllum málum hjá sitandi meiriluta, sum somuleiðis í stóran mun hava verið somu mál sum eg og Fólkaflokkurin fóru uppá val uppá og harvið ynsktu at stuðla.
Hinvegin má eg ásanna at eg í nógvum málum ikki havi tikið undir við uppskotum frá pørtum av minnilutanum, av tí at eg ikki síggji Fólkaflokkin og borgarligan politikk aftur í nógvum av hesum málum hjá pørtum av minnilutanum.
Fólkaflokkurin fekk 2 býráðslimir valdar til síðsta býrádsval. Men av tí at hin valdi býráðslimurin fyri Fólkaflokkin valdi at fara uppí Tjóðveldi í býráðnum og ikki vildi siga býráðssessin frá sær til næst valda á fólkaflokkslistanum, so hevur Fólkaflokkurin í løtu i bert ein virkandi býráðslim.
Broytingin kemur í gildið beinanvegin.
Birgir Nielsen
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald