2022-05-10 09:27
Jørgen Niclasen tók sæti á Tingi fyri fyrstu ferð í 1989-1990 sum varalimur. Hann var bert 20 ára gamal. Hetta hendi aftur í 1991-1993.
Síðani 1994 hevur hann verið fólkavaldur politikkari. Hann hevur verið í átta samgongum saman við øllum flokkum. Jørgen segði á Landsfundi floksins í taluni til formannskiftið: “Tað er eyðkenni fyri hendan flokkin - at vit kunnu samstarva við øll.”
Hann hevur sitið ein knappan mansaldur í politikki, harav 15 ár sum formaður floksins. Umframt at staðið á odda fyri flokkinum hevur Jørgen sitið sum landsstýrismaður í góð 13 ár í ymsum samgongum.
Úrslit
Tá Jørgen tók sæti á Tingi, vóru Føroyar í djúpari kreppu. Tá máttu bankar, vinnan, landskassin, ja samfelagið alt bjargast. Jørgen sigur soleiðis: “Tað vóru ótrúliga truplar tíðir. Sum ungur lærdi eg nógv tey árini.”
Men Fólkaflokkurin reisti seg. Fólkaflokkurin sat við valdinum meginpartin av tí tíðini. Tá vóru nógv átøk gjørd, ið vóru alneyðug.
Við Fólkaflokkinum fingu Føroyar:
- Samhaldsfasta pensjónskipan.
- ALS kom í gildið
- FAS-skipanin varð gjørd, tá vit vóru um at missa farmaflotan.
- Tá fiskimenn ætlaðu at fara uttanlands at arbeiða, framdi Fólkaflokkurin sjómansfrádráttin, ið tryggjaði okkara fiskiflota føroyska manning.
- Sjálvuppgávan varð beind burtur við 13 ymsum frádráttum.
- Partafelagsskatturin varð lækkaður úr 49% niður í 18%
Føroyar vórðu skjótt reistar úr kreppuni. “Hesi átøk høvdu ongantíð hent uttan Fólkaflokkin. Tí tað er við Fólkaflokkinum, at vit gera tað besta samfelagið” - sigur Jørgen Niclasen.
Seinni
Við Annfinn Kallsberg á odda kemur í 1998 ein bankaavtala við danir í gildi. Vit skerdu danska blokkin, og er tað størsta búskaparpolitiska frambrotið síðani Heimastýrislógina við yvirtøkulógini (har vit føroyingar, Løgtingið, kunnu yvirtaka, tá tað passar okkum).
Í nullunum vórðu skattalættar givnir, so skattatrýstið linkaði hvørt ár. Gongd varð eisini sett á neyðugar íløgur, eitt nú í Vágatunnilin, Norðyatunnilin, Gásadalstunnilin.
Ikki at gloyma, vóru vit við til at seta Barnsburðarskipanina í verk. Hetta eru øll neyðug stig, ið flest okkara síggja sum eina sjálvfylgju í dag.
Eitt bragd, sum Fólkaflokkurin gjørdi eftir vanlukkuna eftir 2002 við ILA sjúku í laksavinnuni, var, táið Bjarni Djurholm og Harlov, landsdjóralækni, loystu nýggju alilógina úr lagdi, so alivinnan í dag er meiri enn helvtin av Føroya útflutningsvirði.
Aftur kreppa
Í 2010 er aftur kreppa (heimsbankakreppan). Fólkaflokkurin kom til róðurs, og vit valdu at seta flatskattin í gildi, ið kann sigast vera sveinatykkið hjá Jørgen Niclasen.
“Tað var alneyðugt, tí tað loysti seg ikki at arbeiða í Føroyum, og vit vistu, at tað má loysa seg at arbeiða. Tí annars steðgar allur vøkstur. Tað hevði ikki hent uttan Fólkaflokkin.”
Landskassin varð yvirtikin við 635 milliónir í halli í 2011. Hóast hetta hall vóru íløgur gjørdar í m.a. Viðareiðistunnilin. Tá varð eisini semja ímillum flokkarnar um Eystur- og Sandyortunnlar. Eftir tey fýra árini við valdið, megnaðu vit at fáa hallið burtur og avleverað landsroknskapin við nulli á botnstrikuni.
Vit vunnu makrelstríðið ímóti ES og vunnu Føroyum nógv størri kvotur í uppsjóvarfiski við Jacob Vestergaard sum fiskimálaráðharra, sum er ivaleyst tað størsta bragdið um tað mundið.
Seinasta valskeið
Nógv er bragdað hetta seinasta valskeið.
Pensjonistar hava fingið 1250 kr. meira í netto at liva fyri (og verður javnað á hvørjum ári).
Lærlingar hava fingið ein skattalætta.
Íløgur eru gjørdar til m.a tunlar Norður um fjall og til Fámjins.
Nógvir nýggir bústaðir verða bygdir til fólk við serligum tørvi. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sitið við almannamálum.
Ikki bert tað, men karmar eru lagdir til Bústaðir og privat at byggja.
Tað størsta málið í hesum valskeiðnum var, at fiskivinnan skuldi fáa tryggar karmar.
Fiskivinnunýskipanin er gjøgnumførd og hevur tí givið fiskuvinnuni vón til framtíðina.
”Vit eru ein flokkur, ið altíð vil geva vinnuni møguleika at gera pengar. Annars er onki hjá okkum øðrum at liva av.” Sigur Jørgen Niclasen.
Korona var ein avbjóðing, har búskapurin mátti stimbrast eftir førimuni.
Við stýringini vísir landsroknskapurin, ið Jørgen Niclasen sum fíggjarmálaráðharri legði fram fyri í fjør, eitt avlop áljóðandi 160 milliónir.
Jørgen sigur: “Eisini hesa avbjóðing eru vit komin ígjøgnum og vit hava lyft samfelagið aftur.”
Tá Jørgen byrjaði, var Fólkaflokkurin 4. størsti flokkur á tingi. Til seinasta val, tá Jørgen var formaður, eydnaðist Fólkaflokkinum at vera størsti flokkur við besta vali síðan 1988.
Vert at nevna
So seint sum í 1998, tá fullveldislandstýrið tók við við Anfinni Kallsberg sum løgmanni, var danski blokkstuðulin 40% av landsins samlaðu fíggjarorku (ca. 1 mia kr. av 2,5 mia kr. tilsamans).
Í dag umboðar danski blokkurin minni enn 10% landsins fíggjarorku (630 mió kr. av íalt 6,3 mia kr. tillsamans. Fólkaflokkurin hevur verið í flestu samgongum, lutvíst við leiðsluni, meðan hesin fantastiski framburður er farin fram. Tað er størsti landvinningur Føroya á sjálvstýrisleið nakrantíð.
Er tó ikki liðugur
Jørgen takkar fyri seg sum floksformaður og sigur seg ikki vera lidnan. Hann ætlar at halda á fram við góðum treysti sum løgtingsmaður.
Fólkaflokkurin vil eisini nýta høvi til at takka Jørgeni Niclasen fyri at hava staðið á odda øll hesi árini við góðum úrslitum.
_________
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald