Politikkur

Fólkaflokkurin skal aftur á fund í morgin

--

2022-01-03 22:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgtingsfólkini og landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum vóru á dag á fundi, um hvør skal verða nýggj landsstýrisfólk fyri flokkin eftir, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir løgdu frá sær.

Tað var til 3. viðgerð í málunum um sammóðir, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir valdu at siga landsstýrissessirnar frá sær, tí tey vildu halda avtaluna í samgonguskjalinum, sum var at samgongan skuldi atkvøða ímóti anstøðu uppskotum um øll samgongan ikki tók undir við teimum.

Enn eru ikki nøvn sett á hvør skal í landsstýrið fyri flokkin, tí skulu løgtingsfólkini og landsstýrismaðurin hittast aftur í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder