Politikkur

Fólkaflokkurin komin við broytingaruppskoti um burðardygga ferðavinnu

Fólkaflokkurin: Lógin má vera meira greið

2024-05-21 11:27 Author image
-
placeholder

 

Fólkaflokkurin hevur lagt broytingaruppskot fram í sambandi við lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu. Uppskotið hjá landsstýrismanninum er alt ov ógreitt – serliga um hvørt ræðisrætturin er intaktur.

Undir viðgerðini hevur tað verið ógreitt, hvørji rættindi jarðareigarar hava í mun til atgongd og gjald. Hetta hevur serliga verið orsakað av orðingum, ið eru ov veikar.

Fólkaflokkurin hevur tí lagt broytingaruppskot fram, sum greiðari staðfestir umráðandi træðrir í lógini, s.s. ræðisrættin.

Eitt nú mæla tey til at orðing sum “í samráð við bóndan” verður broytt til “í semju við bóndan”.

Alt ov nógv gjøld

Í uppskotinum er ríkiligt av gjøldum. Eitt nú gistingargjaldið á stuttleikabátar og húsvognar, sum vit halda er alt annað enn rímiligt.

Tað er løgið at taka gjald frá ferðafólkum, sum hóast alt sova í egnari song í báti og húsvogni.

Eitt annað er gjald á hotelkømur og airbnb. Fyrst av øllum kunnu slík gjøld forða fyri, at ferðavinnan framhaldandi vaksur. Harafturat er ikki greitt, um orka er til at umsita slík gjøld.

Rundar og einki-sigandi orðingar

Við 2. Viðgerð varð samtykt, at føroyskir íbúgvar hava frítt at fara út í náttúruna við ábyrgd. Men hvat merkir ábyrgd? Ikki so nógv. Tí fólk hava uttan iva ymsar fatanir av tí orðinum í hesum sambandi. Tí má lógin vera meira greið.

Vit halda eisini, at føroyingar skulu ganga frítt. Tó skal tað vera við ábyrgd, sum er meira greitt lýst í lógini. Tí skjóta vit upp, at tað verður orðað soleiðis:

Føroyskir íbúgvar hava frítt at fara VIÐ teimum avmarkingum og skyldum, sum eru ásettar í lógini. Í stuttum merkir hetta, at øll skulu halda skilhalsreglurnar. Tað halda vit er ábyrgd.

Eisini er tað umráðandi, at bóndin kann avmarka atgongd í mun til fjallgongu, haruskjótin, lembing o.a. Tað halda vit er ábyrgd.

Nú hava vit greitt frá, hvat vit halda er ábyrgd. Tó eru uttan iva nógvar ymsar fatanir av tí orðinum, og hvat tað merkir í praksis í hesum sambandi. So aftur – lógin MÁ vera meira greið. Greiðar orðingar í lógini gagna øllum pørtum.

Les meira nágreiniliga um broytingaruppskotið: Mál (logting.fo) – undir teiginum broytingaruppskot 1, 2, 3, 4, 5 og 6.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder