Fólkaflokkurin hevur valt at innstilla Árna Skaale sum landsstýrismann í fiskvinnnumálum og Sólvit Nolsø sum landsstýrismann í almannamálum.
Teir avloysa ávikavist Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er giftur Halldis á Grønastøð og tey eiga tey trý børn. Árni er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og seinastu 22 árini, hevur hann verið stjóri á fyritøkuni Looknorth í Klaksvík.
Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn. Sólvit er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður. Síðan apríl í fjør, hevurhann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald