2022-01-04 18:20
Bæði í gjár og í dag hava løgtingsfólkini og landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum verið á fundi, um hvør skal verða nýggj landsstýrisfólk fyri flokkin eftir, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir løgdu frá sær.
Løgtingsfólkini og landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum eru ikki komin á mál við at velja nýggj landsstýrisfólk enn, og tí skulu tey aftur fundast í morgin.
Tað var til 3. viðgerð í málunum um sammóðir, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir valdu at siga landsstýrissessirnar frá sær, tí tey vildu halda avtaluna í samgonguskjalinum, sum var, at samgongan skuldi atkvøða ímóti anstøðu uppskotum um øll samgongan ikki tók undir við teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald