Politikkur

Fólk í Føroyum fáa frítt at fara

Seinnapartin samtykti Løgtingið við breiðum meiriluta við aðru viðgerð, at fólk í Føroyum eiga rættin ókeypis at ferðast í føroysku náttúruni.

2024-05-18 09:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta hevur eitt av politisku hjartamálum floksins. Fyri tveimum árum síðan hevði Javnaðarflokkurin eisini uppskot um, at føroyingar – undir treytum og avmarkingum – hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum. Uppskotið kom ikki til atkvøðugreiðslu ta ferðina, tí løgtingsval varð útskrivað.

Í gjár samtykti ein breiður meiriluti á Løgtingi so við aðru viðgerð, at íbúgvar landsins hava frítt at fara í føroysku náttúruni undir ábyrgd, sum er at vísa vanligt fyrilit fyri náttúru, fenaði og øðrum. Grundarlagið hjá føroyingum eigur sjálvandi at vera, at hesin rætturin ikki er treytaður av vælvild ella gjaldi.

Javnaðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder