Mentan

FMA 2026 - 6.mars í Norðurlandahúsinum

Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

(mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

(mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

2025-12-15 20:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er á fjórða sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarpi Føroya og Norðurlandahúsinum.

Í ár verður kvøldið stáplað upp fríggjarkvøld tann 6.mars í Norðurlandahúsinum. Og sjálvandi ber eisini til at fylgja við heima í hvørjari stovu.

AVMARKAРNØGD av atgongumerkjum eru sett til sølu í dag, trýst her

Tónleikaframførslurnar á FMA verða kunngjørdar so við og við tær næstu vikurnar, MEN vit kunnu longu avdúka nøvnini ELINBORG og BYRTA/SAKARIS og nógvar aðrar serstakar tónleikaframførslur við nøkrum av tí besta, sum føroyingar hava at bjóða!


Vit gleða okkum at síggja teg á FMA!


Spæl Føroyskt flutt

Spæl Føroyskt hevur áður verið vikuna undan FMA, men nú verður tað broytt! Tónleikasamband Føroya hevur, saman við Kringvarpið Føroya avgjørt, at Spæl Føroyskt skal flytast til um heystið. Hetta merkir, at einki Spæl Føroyskt verður í mars 2026, men heldur  5.-11. Oktobur 2026!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder