Kappingin verður hildin í hølunum hjá Tvørmegi, har fyriskipararnir í Styrkifelagnum Stoyt halda til, og byrjar leygardagin 7. februar klokkuna 13:00.
Luttakaratalið til FM í olympiskari vektlyfting telur í ár seks kvinnur og ein mann. Hóast talið á luttakarum er avmarkað, væntast ein spennandi kapping, tí fleiri av lyftarunum hava víst góða menning seinastu tíðina. Umframt eina spennandi kapping, so hava íðkarir møguleika at seta persónlig met, og royna at kvalifisera seg til tí donsku meistaraheitini, sum verða í vikuskiftinum 20.-22. Mars.
Størsti profilurin hjá monnum, fimmfaldaði føroyameistarin Niels Áki Mørk, verður tó ikki við í ár. Hann er vorðin langtíðarskaddur og arbeiðir í løtuni við uppafturvenjing, og hansara fjarvera gevur øðrum møguleika at gera vart við seg. Í løtuni er tað bert Niels Juel Arge ið er tilmeldaður, hann vann bronsu til HM fyri masters í september 2025.
Hjá kvinnum verður væntandi hart stríð um meistaraheitið. Verandi føroyameistarin Jenny Persson, sum í fjør vann FM fyri fyrstu ferð síðani 2020, fer at royna at verja sítt heiti. Hon fær tó harða kapping frá Maibrit Reynheim Petersen, sum hevur vunnið FM tvær ferðir fyrr, í 2023 og 2024, og tí verður mett, at kappingin teirra millum kann gerast ein av hæddarpunktunum í ár.
Umframt FM-kappingina verður eisini skipað fyri einum 1-dysti í squat. Higartil eru ein kvinna og tveir menn meldaðir til, men fyrireikararnir vóna, at fleiri luttakarar koma afturat, áðrenn kappingin byrjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald