Ítróttur

FM-heiðursmerkjahandanin 2026 á økinum við Skansabrekkuna

FM-heiðursmerkjahandanin á Ólavsøku verður á økinum við Skansabrekkuna aftaná FM-kappróðrarnir eru avgreiddir.

2026-07-22 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heitt verður á allar manningar, ið verða nummar 1, 2 og 3 til FM at verða til staðar til heiðursmerkjahandanina, sum verður við Skansabrekkuna aftaná FM-kappróðurin er avgreiddur.

Miðja verður móti, at handanin byrjar kl. 18.30.

Røða løgmans og handan av Útvarpssteypi og Kolturssteypi

Løgmaður ber fram røðu og handar Útvarpssteypið og Kolturssteypið.

Steypahandanin endar við, at rógvarar og áskoðarar syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum og felagsmynd av øllum FM-vinnarunum verður tikin.

Við hesum verður heitt á kappróðrarfeløgini um vinarliga at boða øllum manningunum frá hesum.

Vit ynskja tykkum øllum ein góðan ólavsøkuróður.

Vinarliga

Róðrarsamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder