Floksting Tjóðveldis 2022 verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 29. og leygardagin 30. apríl.
Fyrsti flokstingsdagur
Flokstingið byrjar kl. 19 fríggjakvøldið, tá Rógvi Nybo aðalstjórnarformaður setir tingið.
Kl. 19.30 verður flokstingið skipað við tingformanni og tingskrivara, og sum siður er verður yvirlýsingartoymi valt.
Á skránni fríggjakvøldið er framløga av roknskapi, umrøða av innkomnum málum og atkvøðugreiðsla.
Fríggjakvøldið endar við vali álitisfólkið í aðalstjórn og grannskoðara.
Annar flokstingsdagur
Flokstingið heldur áfram leygarmorgunin kl. 8.30 við morgunmati. Kl. 9.30 verður formansfrágreiðing, og eftir formansfrágreiðingina verður politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og politisku mál floksins.
Unga Tjóðveldið leggur frágreiðing fram kl. 11.30
Eftir matarsteðgin á middegi leygardagin, kl. 13.00 heldur politiska orðaskfti fram.
Seinnapartin klokkan 14.00 verða innlegg við gestarøðara, evni er: Tjóðveldi og hvussu flokkurin klárar seg í politiska meldrinum.
Gestarøðari er Elisa Vang.
Stroyming
Formansrøðan verður stroymd á heimasíðu og facebook síðu floksins.
Veitsla
Um kvøldið verður veitsla fyri øllum tjóðveldishugaðum, eisini í Mentanarhúsinum, góður matur, felagssangur, undirhald, røður og felagssangur. Eftir borðhaldi verður føroyskur og enskur dansur.
Tilmelding fer fram við at flyta kr. 350 fyri veitsluna á 9181 1260253
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald