Ítróttur

Flogbóltur:  Føroyar vunnu eitt sett ímóti Lettlandi 

.

2025-05-31 10:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Silvurligan, kvinnur:
Føroyar - Lettland 1-3 (11-25, 30-28, 17-25, 15-25)

Føroyska A-landsliðið við kvinnum megnaði fyri løtu síðan at vinna annað sett á vertunum úr Lettlandi í fyrsta dystinum í Silvurliguni.

Føroyar vóru um at missa takið á settinum, tá Lettland fór framum 18-12, men bardu seg upp á javnleik 22-22. Og síðan eydnaðist at vinna settið 30-28 við fimta settbóltinum.

Fyrsta sett hevði Lettland vunnið 25-11, og triðja og fjórða sett vórðu vunnin ávikavist 25-17 og 25-15.

Miðblokkurin Sharon Thora Holm Haynes var toppskorari hjá Føroyum við 10 stigum.

Tær næstfremstu vóru Anja S. Danielsen (9 stig), Hanna Andriasdóttir Olsen ( og Sesilia Johnsdóttir Prior (7)

Lettland er styrkismett nr. 27 í Evropa.

Í morgin kl. 18 spæla Føroyar ímóti Ísrael, sum er styrkismett nr. 29.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder