2026-06-23 14:00
2. stevnan í FM stevnurøðini verður 3.-5. juli á sandflogbóltsvøllinum í Sandavági. Stevnan er fyri kvinnur og menn.
Fyriskipari er Dráttur. Tilmelding áðrenn 30. juni 2026 á [email protected].
Tilmelding skal umfata nøvnini á báðum leikarunum, aldur á leikarum, har lægsti aldur er 13 ár, og hvat flogbóltsfelag teir eru limir í.
Luttøkugjald er 300 kr. fyri hvørt lið. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 6460 1539258.
Lið skulu verða í eins klæðum, sum skulu verða merkt við nr. 1 og nr. 2
Samlaðu reglurnar fyri FM stevnurøðina síggjast her: http://fbf.fo/.../logir-og.../landskapping-fyri-sandflogbolt
Umframt 2. stevnuna í Sandavági er stevnurøðin hendan:
23.- 25. juli, Havn, Kvinnur og Menn
14.-16. august, Sandi, Kvinnur og Menn
21.- 23. august, Sandavágur, Kvinnur og Menn
28.- 30. august, Fuglafjørður, Kvinnur og Menn
4.- 6. september, Fuglafjørður, FM Final 4, Kvinnur og Menn
See less
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald