2025-03-22 20:10

Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu seinnapartin seinnu FM-finaluna á SÍ, og júst sum hóskvøldið á Giljanesi skuldu fimm sett til í Høllini á Hálsi í dag, og aftur hesa ferð var tað Fleyr sum vann javnbrótaran.
Fleyr fekk skjótt takið á fyrsta setti og legði seg á odda 8-3, og SÍ sá mest sum út til at hava fingið skeivt upp á bein, og so tók tað Fleyr bara 16 minuttir at vinna settið 25-10.

Hjá SÍ kom tað dátt við, at Sissal Ellefsdóttir fór út við skaða tíðliga í øðrum setti. Hon kom tó aftur á vøllin seinni í dystinum, men var ikki 100%. Í fyrstu syftu merkist missurin kortini ikki, tí SÍ var nógv betur við í dystinum, og javnt gekk á til 15-15. Við støðuna 17-15 fór Edna Henriksen at serva fyri SÍ, og tað gjørdi hon so væl, at hon servaði settið heim – og stigið til 25-15 var eitt serviess.
Fleyr hevði trygga leiðslu og var á odda 22-15, tá SÍ gjørdi ein vørr og bardi seg upp á 20-22, og 22-23, men við blokki frá Anju Danielsen fekk Fleyr settbólt, og honum tók Heidi Christiansen sær av við einum serviessi, so Fleyr vann 25-22.
Síðan sveiggjaði pendulið aftur hinvegin, og eftir at Janna Falkvard hevði vunnið fyrsta stigið við einum lumpisligum lobbi, fór hon í holt við sína servuframsýning, og so var SÍ á odda 8-0. Fleyr minkaði um munin til 13-16, men so vann SÍ aftur fimm stig á rað og síðan settið 25-15.
Í javnbrótaranum gjørdist 5-5, áðrenn tað fór at dragna millum liðini, og Fleyr fór frá 7-6 upp á 10-6 eftir góðar servur frá Brynju Jákupsdóttir. Hanna Andriasdóttir Olsen smassjaði næsta bóltin út, men tað gjørdist eisini síðsta stigið, SÍ vann, tí SÍ fekk ikki bilbugt við servunum frá Thirzu Lindu Becerra, og dystarbóltin prikaði Bára Leonsson Mouritsen á miðjuni niður í gólvið hjá SÍ, og so var Fleyr føroyameistari í Hotel Djurhuus deildini 2025.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald