Ítróttur

Fleyr vann 3-0 á oddaliðnum SÍ, og trý berjast um bronsuna

.

TB

TB

2025-03-03 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fleyr vann 3-0 á oddaliðnum SÍ, og trý berjast um bronsuna

Hotel Djurhuus-deildin:

Fleyr – SÍ 3-0 (25-23, 25-18, 25-20)
Eftir at Fleyr vann tryggan 3-0 sigur á oddaliðnum SÍ, eru bert tvey stig millum liðini, nú tveir dystir eru eftir í landskappingini, áðrenn FM-finalurnar verða spældar .

SÍ legði annars best fyri og legði seg á odda 11-5 og 13-8, men so kom stígur í, og Fleyr javnaði til 14-14 og vann settið 25-23.

SÍ fótaði sær ikki rættiliga aftur, og Fleyr vann sær tíðliga greiða yvirvág í øðrum setti og vann 25-18.

Í triðja setti var SÍ frammanfyri eitt stutt skifti, men eftir 14-14 dró Fleyr so líðandi frá og vann 25-20.

Hóast tapið í gjár liggur SÍ framvegis best fyri at fáa heimavallarfyrimunin í fyrstu og eini møguligari triðju FM-finalu. Tó er ikki greitt enn, hvar SÍ spælir sínar heimadystir.

TB – KÍF 3-1 (25-17, 21-25, 25-17, 25-20)

Í Trongisvági spældi TB seg í góða støðu at taka bronsuna eftir 3-1 sigur á KÍF, sum tó framvegis liggur á bronsuplássinum, eitt stig frammanfyri TB. KÍF hevur tó bert ein dyst eftir at leika; TB hevur tveir, har annar er ímóti Mjølni, sum er tvey stig aftanfyri TB.
Fyrsta settið varð í roynd og veru vunnið, tá TB fór frá 16-13 upp á 21-13 í einum háli. Dráttur javnaði til 1-1 í settum, og grundin var løgd tíðliga í settinum, tá KÍF legði seg á odda 10-5 og 11-6, og ongantíð loyvdi TB at koma nærri enn tvey stig.
TB svaraði aftur við kraft í triðja setti og legði seg á odda 11-2, áðrenn settið varð vunnið 25-17. TB sá eisini út til at renna avstað við fjórða setti, tá støðan gjørdist 11-5, men KÍF mentist og bardi seg upp á 10-11 við fimm stigum á rað. Kortini megnaði KÍF ongantíð at javna, og at enda vaks munurin aftur, og TB vann 25-20 og tey týdningarmiklu trý stigini.
Dystirnir, tey trý liðini, sum berjast um bronsuna, hava eftir:
KÍF: SÍ (h)
TB: Mjølnir (ú), Fleyr (h)
Mjølnir:
 Fleyr (h), TB (h)

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. 
Lið
Dystir (av 15)
Settmunur
Stig

1
13
24
33

2
Fleyr
13
21
31

3
KÍF
14
-4
20

4
TB
13
-1
19

5
Mjølnir
13
0
17

6
Dráttur
14
-40
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder