2022-05-15 12:25
Flemming Born, sum er hálvur føroyingur lat upp framsýningu við myndum sínum í Ribarhúsi í Fuglafirði í dag. Frits hugleiddi um gamlarar dagar, tá ið Flemming vitjaði her og hvørjar av ímyndunum hansara síggjast aftur í listaverkunum hjá Flemming.
Tað var týðuligt at onkur av bygdarløgunum í Oynarfirði sóust aftur og serliga hvørvusteinurin sást ofta aftur í mongu og skemtuligu myndunum.
Stuttligt, at Flemming fer so í smálutir við myndu sínum – hels hyggur hann eftir Frits, Krisionnu ella tey eftir honum. Ímyndin er í flestu førum úr føroyum.
Jógvan Joensen sang og spældi uppá guitar í góðveðrinum, har nógv fólk høvdu leitað sær til framsýninginna í Ribarhúsi.
Framsýningin er opin til 10. juni.
Soleliðis skivar Frits um skyldmannin, Flemming:
”Flemming er sjáldsamur listamaður. Havi altíð verið hugtikin av hansara tekningum og málningum, grafikki og skapum í viði og steini.
Hann er føddur og uppvaksin á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Mamman, Sigrid mostir, var ættað úr Ansastovu í Oyndarfirði. Pápin, Knút Born, var ættaður úr Hanstholm.
Flemming høgdi andlit í tveir steinar niðri við Stórá í Oyndarfirði fyri uml. 35 árum síðani. Hetta fór í gloymskuna. Ein dagin komu hesir steinar undan aftur kavi, og fólk hildu, at teir vóru frá víkingatíðini. Sjónvarpið kom upp í leikin, men Mia mostir segði, at tað var Flemming, sytirsonurin, ið hevði tilevnað hesar steinar. Ja, mangt er forborgið.
Hann hevur havt fleir framsýningar víða um og latið av sínum hugaheimi út á løriftið í bylgjandi blíðum strokum, skapum, litum og heildarmyndum, sum tú kanst frøast yvir. Hann er ein meistari at fáa skap at liva saman um tún, teigar, í mannakroppum, í andlitsbrøgdum og í sál og sinni".
Ein frálík framsýning á Riberhúsi, sum letur teg hyggja at nærumhvørvinum við donskum eygum.
Orð og mynd Dávur Winther.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald