Politikkur

FLEIRI ÚTRÓÐRARFÓLK HOYRA IKKI KVF

Bárður á Lakjuni spyr um KVF.

2024-05-13 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Útróðrarfólk hava gjørt Bárð á lakjuni varugan við, at tað ikki ber til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya nóg væl, tá tú kemur út um landoddarnar og út á opið hav.

Hetta er ikki gott nokk, serliga tá talan er um tilbúgving. Kringvarpið hevur jú skyldu sambært løgtingslóg at taka lut í almennum tilbúgvingum, sigur Bárður á Lakjuni, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, spurning um, hví so er.

Privatar ræsur, sum m.a. Lindin og Rás2, hoyrast nógv betur enn KvF, sum kosta útróðrarfólkum nógvar túsund krónur um árið í kringvarpsgjaldi.

Les grein-52 spurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10841

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder