Vinna

Fleiri skip landa til Pelagos

Høgaberg, Vesturbúgvin, Jupiter, Norðingur og Borgarin landað øll til Pelagos.

2026-09-07 21:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðliga í morgun kom Høgaberg á Fuglafjørð við 170 tonsum av makreli. Høgaberg er nú farin avstað aftur.

Í løtuni landar Vesturbúgvin til Pelagos. Vesturbúgvin hevur 55 tons av makreli.

Jupiter er eisini á Fuglafirði, og sleppir framat tá ið Vesturbúgvin er liðugur. Jupiter hevur 85 tons av makreli.

Norðingur og Borgarin hava í kvøld sett kós ímóti Føroyum. Norðingur hevur 142 tons av makreli, og Borgarin hevur 136 tons av makreli.

Øll skipini hava roynt í norskum sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder