Politikkur

Fleiri fyri enn ímóti at seta strangari krøv til útflutningsfyritøkur

42% av føroyingum halda, at myndugleikarnir eiga at seta strangari krøv til útflutningsfyritøkur um, hvønn tær útflyta til. Tað vísir Spyr.fo kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt.

2022-04-29 12:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

35% taka tó ikki undir við hesum, og heili 23% siga seg ikki vita.


Eftir russisku innrásina í Ukraina hevur verið nógv kjak um føroyska útflutningin til Russlands. Eisini hava ES-lond stundum átalað, at so stórur partur av okkara útflutningi fer til Russlands, og í seinastuni hava ákoyringar á føroysku myndugleikarnar verið úr Bretlandi og Danmark.

Nú eru føroyskar fyritøkur, sum fyribils hava valt russiska marknaðin frá. Men eftirspurningurin úr Russlandi er sum heild eisini minkaður eftir innrásina.


Eiga vit at velja ávísar marknaðir frá? Hvussu er samanrenningin millum virðir og handil? Og fara virðir at fylla meira í uttanríkis- og handilspolitikki komandi árini?

Hesi eru millum evnini, sum verða sett á skrá á ráðstevnuni ”Sig mær hvørjum tú fylgist við” mikudagin 04 mai kl. 15.00 á Hotel Føroyum. Ráðstevnan er ókeypis, tó er neyðugt at melda seg til á facebook ella við at senda mail til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 02 mai.

Meira um ráðstevnuna kann lesast her: https://www.facebook.com/events/665364298052284


Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder