Politikkur

Fleiri ansarar heima hjá eldri og óhjálpnum

-

2022-01-19 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag hava eldri og óhjálpnir persónar møguleika at fáa ein ansara heima og vera í egnum heimi sum longst.

Men nú er komið fram, at talið av teimum, ið gerast ansarar, fækkast, og at ein orsøk møguliga er lága lønin, sum ikki er hækkað seinastu árini. Hetta vísti eftirmetingin av eldraøkinum frá desember 2021. Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin, um tað verður arbeitt við at broyta samsýningina til ansarar.

Skipanin við ansara gevur borgarum ein valmøguleika, so tey sleppa undan at fara á røktarheim, um tey vilja verða verandi heima.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder