Ítróttur

Flaggdagin var hátíðarløta í róðrarneystinum í Miðvági

Miðvingar hava fingið eitt nýtt 5-mannafar.

2025-04-26 12:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á samkomuni hugleiddi Eigil Rasmussen um kappróður frá gamlari tíð, tá felagið bleiv stovnað, um hvussu alt er broytt til dagin í dag. Tá var Vesturleið álitið, tá farið var til stevnur. Nýggja 5-mannafarið fekk navnið Frúgvin. Heilt fitt av bygdarfólki var til hátíðarløtuna. Á vágni var gamli Miðvingurin, hin fyrsti sum Niclas í Koltri smíðaði til felagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder