Málið í stuttum:
Í 2016 fekk landsstýrismaðurin heimild við løgtingslógini um serstakar treytir at selja ein minni part av ávísum kvotum á uppboðssølu. Samstundis bleiv ásett, at gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, ikki kundi dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Hetta merkti, at hýrurnar skuldu roknast av einum bruttovirði av veiðuni, heldur enn av einum nettovirði.
Reiðarafelagið var av tí áskoðan, at hetta var at gera seg inn á sáttmálan millum felagið og manningarfeløgini, tí tað í hesum var ásett, at avgjøld av fiskiloyvum av einum og hvørjum slag ganga av óbýttum. Við øðrum orðum, at gjaldið fyri uppboðssølukvoturnar skuldi dragast frá søluvirðinum av veiðuni, áðrenn hýrurnar vórðu gjørdar upp og goldnar manningini.
Málið hevur nú verið viðgjørt í rættarskipanini.
Rættarmálið snúði seg um, hvørt ásetingin um, at gjaldið fyri uppboðssølukvotur ikki kundi dragast frá søluvirðinum á veiðuni, var í stríð við ávísar ásetingar í Mannarættindasáttmálanum og ILO-sáttmálanum, umframt hvørt talan var um ognartøku sambært grundlógini.
Niðurstøðan hjá Hægstarætti er, at nevnda áseting hvørki var í stríð við Mannarættindasáttmálan ella ILO-sáttmálan, og talan var ikki um ognartøku sambært grundlógini.
Dómurin er ein staðfesting av dómi frá Landsrættinum.
Les dómarnar her.
Dómur frá HR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald