Tað er neyðugt, at fiskivinnan hevur støðugar og greiðar karmar at virka undir. Gildistíð á veiðiloyvum er ein sera grundleggjandi partur av kørmunum. Serliga, tá hugsað verður um, hvussu vinnan skal leggja sítt virksemið tilrættis.
Tó hevur verandi samgonga ikki longt loyvini, síðani tey komið til valdið.
Sagt verður, at arbeitt verður við einari aðrari loysn, men vinnan kann ikki halda fram við at bíða og liva í óvissu. Hon má hava tryggar og góðar karmar at virka undir. Annars steðgar hon upp.
Vit kenna søguna, tá løgtingið segði loyvini upp í 2007, og hvat hendi árini eftir. Íløgurnar steðgaðu upp. Ongar nýíløgur vórðu gjørdar. Tað eydnaðist at finna nýggja skipan beint áðrenn loyvini gingu út í 2018, men tað er eingin orsøk til at endurtaka ótolandi støðuna.
Man kann altíð hyggja at verandi skipan og spyrja, um hon kann gerast betri. Men so leingi ongin ætlan fyriliggur, er tað ikki rætt, at man letur vera við at leingja veiðiloyvini.
Tí mælir Fólkaflokkurin til, at so leingi ongin onnur loysn við veiðiloyvum finst, eigur gildistíðin á verandi loyvum at verða longd, so vinnan veit, hvat hon hevur at arbeiða við og fær lagt sítt virksemi til rættis.
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald