2023-12-08 21:08
Okkara støða í Fólkaflokkinum hevur verið greið frá byrjan. Virðini og ringvirkningarnar, ið koma burturúr avtaluni, hava alstóran týdning fyri okkara búskap. Ikki minst hevur tað alstóran týdning fyri tær manningar og teirra familjur, ið hava sítt arbeiðspláss í Barentshavinum, at teirra livibreyð er tryggjað.
Tí er tað gleðiligt, at tað nú er greitt, at fiskiveiðuavtalan er longd.
Fólkaflokkurin ynskti, saman við hinum andstøðuflokkunum, at vera tikin við uppá ráð, tá avgerðin skuldi takast, og blivu vit kallaðir inn.
Hetta prógvar, at tað ber til at gera semjur tvørturum flokkar, ið eru til frama fyri okkara land.
Fólkaflokkurin fegnast um avtaluna, ið verður til gagns fyri okkara land, vinnu og verkafólk.
Beinir Johannesen
Formaður Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald