Havstovan: Loksins eydnaðist tað at fáa vitjanina av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í lag, eftir at hava verið útsett fleiri ferðir, m.a. orsakað av COVID19. Vitjanin byrjaði við einum døgurðabita og síðani varð fylgið víst runt á øllum skipinum.
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur nú verið í rakstri meira enn eitt ár og hevur skipið roynst avbera væl. Jákup Sverri er gjørdur til at lúka øll nútíðarkrøv til eitt havrannsóknarskip. Tískil er skipið eitt týdningarmikið og sera væl útgjørt amboð hjá Føroyum í arbeiðinum at fáa til vega ta nýggjastu vitanina um okkara sjófeingi.
Á myndunum sæst landsstýrismaðurin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á Jákup Sverra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald