Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 9

.

2025-02-24 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað hevur mest av hýsu og toski. Fýra frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður eitt sindur ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. So vit vantað nakað av  útróðri miðskeiðis og síðst í vikuni. Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er til fiskarí og kemur hann at landa í vikuni. Hann hevur tosk og svartkalva. Vit rokna við at hinir fara avstað tá veðri batnar. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, fiskaríið er misjavnt. Hinir partrolarirnir fara avstað tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri batnar.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Brúkiligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder