Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 7

.

Mynd: Hentzar Poulsen

Mynd: Hentzar Poulsen

2025-02-08 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Tað landar síðst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland og fýra eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so vit vantað at fleiri bátar fara at rógva út í vikuni. Fiskaríið hevur verði brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein frystitrolari er til fiskarí, men vantandi fer onkur avstað nú veðri fer at batna.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men helst fara hini út, tí veðri verður gott í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara fleiri út í vikuni.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Brúkiligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder