Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 47

Samandráttur

2025-11-18 09:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Línuskip. Nýggju frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland. Ísfiskalínuskipið byrjar ídag. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt. Nøkur frystilínuskip koma at landa í vikuni og ísfiskalínuskipið landar vantandi síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin er ikki tann besti í vikuni. Veðri verður nakað umskiftandi, so tað verður nokk ikki nógvur útróður. Bátarnir hava brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Fýra eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tað sjeynda parið fer vantandi avstað skjótt. Fiskaríið er brúkiligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder