Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 11

.

2025-03-10 08:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí Hann er nýliga byrjaður túr, so um hann landar í vikuni, so verður tað síðst í vikuni. Fýra frystilínuskip eru við Ísland, tvey eru við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landar okkurt í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar kongafisk og tveir fiska upsa. Ein frystitrolarir fiska svartkalva. Jákup Sverri ger yvirltskanningar. Hann fiskar mest av hýsu og so tosk og upsa. Teir sum fiska upsa, landa fyrst í vikuni, meðan tann sum fiskar kongafisk, landar síðst í vikuni. Jákup Sverri landar miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Allir partrolarirnir eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Teir fáa eisini nakað av hvítfiski  Fleiri pør landa í vikuni.

Trolbátar: Allir eru norðanfyri og koma vantandi allir at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Vantandi landa allir síðst í vikuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder