2024-12-12 21:05
Finnur Fríði, sum hevur fiskað sild á ca. 68N og 0,7V, - sum er miðskeiðis millum Jan Mayen og Lofoten, siglir heim við 1.050 tonsum, teir verða á Tvøroyri tíðliga fríggjakvøldið og byrja at landa beinanvegin teir koma til Tvøroyrar.
Á leiðini har teir royndu eru 7 føroysk skið: Tummas T., Gøtunes, Borgarin, Atctic Voyager, Fagraberg, Katrin Jóhanna og Tróndur í Gøtu. Grønlendsku skipini - Tasillaq og Polar Amaroq eru eisini har, umframt 5 russisk skip.
Christian í Grótinum, Norðborg og Beinur eru ávegis norður hagar, Asbjørn landar í Fuglafirði og fer helst eisini norður hagarl, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald